Hetta er fyrstu ferð, at eitt skip fær metanol í tangarnar sigur metanol framleiðarin OCI Global við Reuters.
Skipið fór úr Suðurkorea 10. juli á 21.500 longu ferðina til Evropa. Á hesi ferð hevur skipið brúkt metanol heldur enn diesel.
Grønt metanol verður framleitt úr vetni og biomethan. Skipaídnaðurin vónar, at henda leiðin fer at hjálpa til at røkka málinum um netto nullútlát innan 2050.
Søfart skrivar, at Mærsk fer at navngeva nýggja skipið, tá tað kemur til Keypmannahavn seinni í september. Ætlanin er, at forkvinnan í ES tinginum Ursula von der Leyen skal geva skipinum navn, nú tað er tað fyrsta av sínum slag og tí eitt týðandi tekin um eina gongda leið í grøna orkuskiftinum.
Mærsk reiðaríið hevur bílagt 24 skip aftrat, sum skulu sigla við metanol heldur enn olju.
Ráðgevarafyritøkan DNV roknar við, at 30 av nýggja slagnum av skipum eisini nevnd dual fuel skip fara at verða sjósett í ár, og at talið fer upp á 200 í 2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald