Eftir áralangt fyrireikingararbeiði vórðu í vikuni fyrstu einstøku partarnir av komandi vindmylnulundini hjá Viking Energi fluttar úr havnini í Lerwick inn á meginlandið, har pláss er gjørt klárt til ikki færri enn 103 Vestas vindmyllur. Hetta veit Shetland Times at siga frá.
Umleið 1000 lutir skulu komandi hálva árið flytast frá Greenhead Base í Lerwick umleið ein tíma á framleiðslustaðið. Hetta gekk sum fótur í hosu uttan nakrar trupulleikar sigur Aaron Priest frá Viking Energy Windfarm við Shetland Times.
Sambært blaðnum fylgja hetlendingar sera spentir við gongdini, nú teir í komandi ári fara at uppliva eina vindorkukollvelting eins og nógv onnur lond, eitt nú Føroyar, har fólk frá Enercon júst í løtuni leggja seinastu hond á arbeiðið at seta upp tær seks vindmyllurnar í Flatnahaga og knýta tær í elnetið.
Vindmylnulundin í Hetlandi fer sambært Shetland Times at gerast “UK´s most productive onshore windfarm”.
Talan er um eina sera stóra flutningsuppgávu og hana ætla hetlendingar sær at megna, nú vindmylnulundin fer at fáa so stóran týdning fyri alt samfelagið. Um tríggjar vikur ella so verður farið undir at flyta stóru og tungu vongirnar og torn, nakað, sum fer at krevja meira av flutningsakførunum og fólkunum, sum eru knýtt at arbeiðinum. Nógvur vindur kann gerast ein avbjóðing fyri flutningin komandi vikurnar, men hædd verður sjálvandi tikin fyri tí siga stigtakararnir.
Væntandi fer fyrsta vindmyllan at standa klár í apríl. Allar myllurnar verða væntandi liðugt uppsettar við árslok.
Um somu tíð sum flutningurin av vindmyllunum fer fram, verður ein eins spennandi og týðandi verkætlan framd við at leggja ein sonevndan HVDC elkaðal millum Kergord í Hetlandi og Caithness í Skotlandi. Ætlanin er, at hann skal verða klárur at taka í nýtslu á vári í 2024, tá fyrsti streymurin frá vindmylnulundini fer at veita bæði húsarhaldunum í Hetlandi streym eins og fara til útflutnings til Skotlands. Miðjað verður ímóti at sleppa av við yvirskotsorkuna umvegis elkaðalin millum Hetland og Skotland.
S
Myndirnar eru frá verkætlanini at leggja elkaðal millum Hetland og Skotland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald