Uttanlands

Fyrsti streymurin frá vindmylnulund í Hetlandi á netið

Í vikuni fór fyrsti streymurin frá fyrstu av teimum 103 vindmyllunum í Hetlandi út á netið

2024-06-08 21:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir um somu tíð sum seinasta hond verður løgd á ein elkaðal, sum verður lagdur millum Hetland og skotska meginlandið. Hesin sjókaðalin er 260 kilometrar langur og fer at gera tað møguligt at flyta streym báðar vegir, soleiðis at Hetland við hesi orkuútbygging kann útflyta tann nógva yvirskotsstreymin, sum verður frá teimum 103 vindmyllunum, ið hava eina framleiðsluorku uppá 443 MW. Hon verður harvið tann vindmylnuverkætlanin, sum fer at framleiða mest streym frá vindmyllum á landi í øllum Bretlandi. 

[object Object]

Væntandi verða hesar báðar kolveltandi orkuverkætlaninar veruleiki í summar. Viking vindmylnulundum fer at kunna framleiða streym, sum svarar til tað hálv millión húsarhald brúka árliga og við streymkaðalinum (HVDC,  high voltage direct current) millum oyggjarnar og meginlandið ber til at útflyta elorku úr Hetlandi, tá yvirskot er og innflyta streym úr Skotlandi, tá undirskot er á netinum.

Men ikki nokk við hesum eina kaðalinum, tí í løtuni verður arbeitt við enn eini kaðalsverkætlan, har miðjað verður ímóti at leggja enn ein streymkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland. 

[object Object]

Tað eru ikki minst sera góðu vindviðurskiftini í Hetlandi, sum eru orsøkin til, at so stórar íløgur verða gjørdar í framleiðsluna av vindorku og flutningi av streyminum. 

-Hetta er ein varði í okkara orkusøgu og eitt týðandi stig fram móti reinari, tryggari og heimagjørdari orku fyri bæði Hetland, Skotland og Bretland sigur Heather Donald, stjóri í SSE Renewables, fyritøkani, sum stendur fyri vindmylnuverkætlanini í Hetlandi. Og eisini stjórin fyri streymkaðalinum John Scott frá SSEN Transmission sigur, at nýggi streymkaðalin fer at fáa alstóran týdning fyri hetlendska samfelagið. 

Tað hava annars verið nógvar avbjóðingar undir arbeiðinum at seta tær mongu vindmyllurnar upp. Eitt nú hevur ringt veður verið ein forðing eins og mótstøða frá lokalu íbúgvunum eisini hevur sett kílar í verkætlanina. Leingi vóru íbúgvar ímóti verkætlanini, tí teir mettu ikki, at hon fór at geva tað búskaparliga íkastið til oyggjasamfelagið, sum lagt varð upp til. Hóast hesar mongu forðingar verður skjótt rokkið á mál. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder