Uttanlands

Fyrstu myndirnar frá Nord Stream

Minst 50 metrar av Nord Stream 1- gassleiðingini eru burtur

(Mynd: Expressen)

(Mynd: Expressen)

2022-10-18 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 50 metrar av Nord Stream 1 gassleiðingini eru burtur. Tað vísa fyrstu myndirnar av sprongdu gassleiðingunum í Eystrasalti. Tað er svenska blaðið Expressen, ið hevur havt dronu á havsins botni fyri at taka myndir.

Síðani tað varð staðfest, at talan var um yvirgang, tí fleiri spreingingar vórðu skrásettar í økinum, hava týskir, svenskir og danskir myndugleikar arbeitt við at uppklára málið, men enn er onki úrslit komið fram tí viðvíkjandi.

Myndirnar hjá Expressen vísa, at talan er um herverk ella yvirgang, tí leiðingin er oyðiløgd, og har síggjast restir av stáli og boygdum armeringsjørnum.

Russland hevur síðan 2011 sent gass gjøgnum Nord Stream 1 gassleiðingina, men síðan innrásina í Ukraina, hevur verið avmarkað hvussu nógv gass er farið gjøgnum leiðingina. Nord Stream 2, sum eisini varð rakt av yvirganginum, var júst liðug, og náddi ongantíð at verða tikin veruliga í brúk.

Seint í august mánaði boðaði russiska felagið Gazprom frá, at ætlanin var at gera umvælingar á leiðingina, sum skuldi taka tríggjar dagar, skrivar NRK.

Eygleiðarar hava síðan gitt, at Russland fór at brúka gassveitingina sum politiskt vápn í ósemjuni við vestanlond. Russland hevur hinvegin víst aftur, at tey brúka gassið sum vápn.

Expressen hevur fingi myndirnar til vega við at senda eina sokallaða undirvatnsdronu niður á botn í økinum, nú onki gass lekur longur úr leiðingini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder