2022-06-13 12:43
Oljukeldan Foinaven varð funnin fyri 30 árum síðani, í 1992. Hon var fyrsta keldan, sum fór undir framleiðslu vestan fyri Hetland og var eisini hon, sum av álvara fekk oljufeløg til at hyggja longur vestur móti Føroyum, sum so endaði við leiting eftir olju og gassi á føroyska langrunninum frá 2000 til 2014, tá 9 brunnar vórðu boraðir.
Foinaven oljukeldan varð funnin fyri júst 30 árum síðani, sama ár sum Atli Dam, løgmaður og Poul Schluter, forsætisráðharri skrivaðu undir avtaluna um undirgrundina. Hetta sama árið kundi manningin á brúnni á Teistanum síggja ein boripall skamt frá føroyska markinum. Tá varð Foinaven keldan funnin. Hesar báðar hendingar vórðu veruliga byrjanin til føroyska oljuævintýrið.
Nú er framleiðsluskipið Petrojarl Foinaven 25 ár og vorðið so mikið gamalt, at tað gavst við framleiðsluni í fjør, og nú verður skipið so flutt av oljuleiðini til møguliga avrigging ella brúk aðrastaðni. Tað er riva í skrokkinum og harvið trygdarviðurskiftini umborð, sum eru høvuðsorsøkin til, at BP, sum er fyristøðufelag, hevur gjørt av at sleppa sær av við skipið.
Enn er óvist, hvørjar framtíðar ætlanir BP hevur við hesi stóru oljuleiðini á Atlantsmótinum. Foinaven keldan goymir enn 200 mió. tunnur av olju og gassi. Higartil hava verið 90 starvsfólk knýtt at framleiðsluni. Nærhendis Foinaven leiðini liggur stóra oljuleiðin Schiehallion, sum nøkur ár herfyri varð nútímansgjørd. Hon er størsta olju- og gassleiðin á bretska landgrunninum og fer at framleiða í mong ár aftrat.
Framtíðin hjá Foinaven oljuleiðini eystan fyri Føroyar er óviss og skilst, at BP hevur fleiri møguleikar. Antin at fara undir eina heilt nýggja verkætlan við nýggjum skipi ella heilt at gevast. Tá verður so farið undir eina fulla decommissioning ætlan ella avrigging. Fleiri framleiðandi oljuleiðir liggja tætt við Foinaven, m.a. Schiehallion, Loyal, Lancaster og Solan og longur norðuri Clair.
Føroyska fyritøkan Føroya Tele hevur í mong ár veitt samskiftistænastur til fleiri oljuleiðir hjá BP vestan fyri Hetland, eitt nú til Foinaven leiðina. Hesar verða veittar gjøgnum Shefa kaðalin. Fyritøkan veitir eisini tænastur til oljuleiðir í danska partinum av Norðsjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald