Uttanlands

Gassframleiðslan á Melkøya stongd í eitt ár

Stóri eldskaðin í farna mánað umfevnandi avleiðingar við sær

2020-10-26 16:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Eldskaðin á norsku gassoynni, Melkøya út fyri Hammerfest í Norðurnorra fær størri avleiðingar enn fyrr hildið. Equinor, sum er fyristøðufelag, boðar nú frá, at framleiðslan av LNG gassi kemur ikki í gongd aftur fyrr enn um eitt ár.

Tað var 25. septmber, at eldur kom í LNG útbúnaðin á oynni. Óhappið er so mikið álvarsligt, at eingin hugsingur er um at lata uppaftur framleiðsluna fyrr enn um 12 mánaðir upplýsir Equinor.

Gassið, sum verður framleitt á Melkøya, stavar frá goymslum í Snøvit feltinum í Barentshavinum og hevur framleiðslan havt stóran týdning fyri norska búskapin nú í mong ár. Framleiðslan byrjaði í 2007. Gassið verður flutt til lands í eini 160 kilometra langari gassleiðing. Nógvir føroyskir handverkarar vóru við til at byggja út gassmiðstøðina har á sinni.

Ein orsøkin til at tað gongur so rúm tíð, til framleiðslan fer í gongd aftur, er tær stóru avleiðingar, sum skaðin hevur havt á stóran part av útbúnaðinum. Trygdin hevur fyrstu raðfesting og her er korona eisini ein avbjóðing sigur umboð fyri Equinor.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder