Uttanlands

Gassleiðir nærhendis Føroyum skifta hendur

Franska TotalEnergies selur allar sínar gasskeldur eystan fyri Føroyar til bretska Serica Energy

Loksins hevur TotalEnergies selt sínar gassognir eystan fyri Føroyar til bretska Serica Energy. Hesar eru Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet.

Loksins hevur TotalEnergies selt sínar gassognir eystan fyri Føroyar til bretska Serica Energy. Hesar eru Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet.

2025-10-10 16:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var franski orkurisin Total, sum nøkur ár herfyri bygdi út fyrsta gasslandslutin á Atlantsmótinum, økinum millum Hetland og Føroyar. Fyritøkan hevði funnið so mikið nógv av gassi í undirgrundini, at tað lønti seg at fara undir framleiðslu á fleiri gassleiðum. Hetta hevði so við sær útbygging av undirstøðukervi tvs. gassrørleiðingum á havbotninum til lands í Hetlandi, har stór gassverksmiðja varð bygd í Sullom Voe, oljuhavnini. Felagið hevur í nøkur ár roynt at sleppa sær av við ognirnar vestan fyri Hetland, nú tað raðfestir onnur orkuøki kring heimin.

[object Object]Stóra gassverksmiðjan í Sullom Voe er eisini við í keypinum. 

Herfyri var avtala gjørd við orkufelagið Prax um at keypa ognirnar, men tá felagið fór á húsagang, varð avgjørt at selja til bretska orkufelagið Serica. Við í keypinum fær Serica fýra gassleiðir, nevniliga Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet. Somuleiðis fylgir eisini ein nýggj stór gasskelda, Glendronach, sum enn ikki er útbygd til framleiðslu. Haraftrat er gassverksmiðja í Sullom Voe og fleiri nýggj leitiloyvi (lisensir) í økinum nærhendis føroyska markinum partur av keypinum.

[object Object]Gassleiðirnar (reyðu økini)  eystan fyri Føroyar, sum nú skifta hendur. Sunnan fyri síggja vit risastóru oljuleiðina Clair. 

Við hesum keypinum er Serica Energy vorðið eitt av mest týðandi feløgunum í stóra olju- og gasslandslutinum millum Hetland og Føroyar. Stóri eftirspurningurin eftir gassi í Evropa og her serstakliga í Bretlandi er við til at varpa ljós á møguligar framtíðar gasskeldur á Atlantsmótinum.

[object Object]Fleiri smærri gassleiðir eru funnar har norðuri á Atlansmótinum. Hesar saman vi nýggjum fundum kunnu menna ein nýggj gasslandslut í hesum økinum. Og haðani er ikki lagt inn á føroyskt øki. 

Tað at bæði Shell og Equinor saman við TotalEnergies fingu tillutað nógv nýggj leitiloyvi framvið føroyska markinum í seinastu bretsku útbjóðingini er ein ábending um, at feløgini síggja møguleikar at finna serstakliga gass í hesum økinum, har tað áður eru gjørd fleiri smærri gassfund, ið higartil hava verið ov lítil til at útbyggja einsamøll. Hugsast kann tí, at verða tað gjørd nýggj og størri gassfund í økinum í ein landnyrðing úr  Føroyum, kunnu hesi vera grundarlag undir enn einum gasslandsluti í norðaru helvtini á Atlantsmótinum.

[object Object]Nú TotalEnergies hevur selt allar sínar ognir eystan fyri Føroyar kemur Serica Energy at taka yvir nýggj leitiloyvi í økinum. Hetta hendir um somu tíð, sum leitiloyvini hjá Equinor og Shell í sama øki í næstum verða tikin yvir av nýggja felagnum Adura, sum Eguinor og Shell eiga í felag. Vit kunnu tí vænta nógv leitivirksemi í hesum stóra økinum eystan fyri føroyska markið í framtíðini umframt tær stóru útbyggingar, sum eisini eru og vera nærri markinum.

 

Hartil skal eisini sigast, at tá øki vórðu boðin út til leiting á føroyska landgrunninum fyri umleið 25 árum síðani vórðu tað fleiri orkufeløg, sum fingu tillutað loyvisøki norðan fyri Føroyar, har hildið var at vera møguleiki fyri at finna gass í undirgrundini.

[object Object]

Um felagið Serica Energy, sum nú hevur lagt seg á gassleiðirnar vestan fyri Hetland, er at siga, at tað eigur fleiri olju- og gassleiðir á bretska landgrunninum, eitt nú kendu Bruce leiðina eystan fyri Hetland, ið gjørdist kend í øllum orkuheiminum, tá felagið gjørdi filmin nevndur “A Town Called Bruce”, sum skuldi minna politikararnar og umheimin um týdningin, sum framleiðsla av olju og gassi í bretsku undirgrundini hevur fyri bretsku orkutrygdina og búskapin.

Filmurin, sum hevur fingið nógv góð ummæli, nú hann lýsir lívið í eini orkubygd mitt í Norðsjónum varð vístur á stóru orkumessuni í Aberdeen, Offshore Europe, har eitt nú føroyska felagið FOÍB hevði høvi at síggja filmin á stórskíggja.   

https://vimeo.com/1010510808

[object Object]

[object Object]

[object Object]Stjórin í Serica Energy við framløgu á Offshore Europe herfyri. Nú fer hann at standa á odda fyri tí mestu av gassframleiðsluni eystan fyri Føroyar. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder