Uttanlands

Illgruni um at ukrainar sprongdu Nord Stream gassleiðing

Týskir miðlar vilja vera við, at ukrainar stóðu aftanfyri spreingingina av Nord Stream gassrørleiðingini

2023-08-30 12:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er týska løgreglan,  sum hevur kannað spreingingina av russisku Nord Stream gassrørleiðingini í Eystrasalti í fjør. Ein navngivin 23 ára gamal maður úr ukrainska býnum Dnipro verður mistonktur av týsku myndugleikunum at standa aftanfyri sabotasjuna móti Nord Stream í september 2022.

Hetta vilja týsku miðlarnir Der Spiegel og ZDF vera við. Tíðindini verða borin í danska Jyllands-Posten. Sambært blaðnum vóru seks mans um tiltakið, sum hevði við sær, at innflutningurin av russiskum gassi til Týskalands steðgaði.

Tað ljóðar eisini, at USA visti um ætlaninar at sprongja hol á gassleiðingina. Talan er um persónar, sum eru sera tjóðskaparligir og høgravendir. Báturin, sum gerningsmenninir brúktu, er funnin og vísa kanningar leivdir av sprongievni. Eitt skifti lá báturin við bryggju á oynni Christiansø  út fyri Bornholm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder