Uttanlands

Gongd komin á nýtt orkufelag við føroyska markið  

Nýggjasta orkufelagið um okkara leiðir, Adura, er farið til verka. Equinor og Shell seta samtaksstjóra og stýrisforkvinnu í felagnum.

Camilla Salte, stjóri í Equinor í Bretlandi, vísir fyri fyrstu ferð alment fram nýggja logoið hjá nýggja orkufelagnum ADURA á Offshore Europe ráðstevnuni í Aberdeen í farnu viku. Mynd Jan Müller.

Camilla Salte, stjóri í Equinor í Bretlandi, vísir fyri fyrstu ferð alment fram nýggja logoið hjá nýggja orkufelagnum ADURA á Offshore Europe ráðstevnuni í Aberdeen í farnu viku. Mynd Jan Müller.

2025-09-08 17:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Aberdeen, Offshore Europe. Stórur spenningur hevur verið í orkuheiminum í eina tíð um, hvør fer at standa á odda fyri nýstovnaða orkufelagnum ADURA, sum fer at umsita ognirnar hjá Equinor og Shell í bretska partinum av Norðsjónum. Og tí eisini teimum, sum liggja tætt við Føroyar.

Nú – stutt eftir altjóða orkuráðstevnuna í Aberdeen – verður  kunngjørt, hvør fer at hava ábyrgdina av nýggja felagnum, sum m.a. skal umsita stóru olju- og gasskelduna Rosebank skamt frá føroyska markinum.

Equinor og Shell eiga hvør sína helvt av felagnum og hava tey valt fólk uttanífrá at standa á odda fyri virkseminum.

[object Object]

Neil McCulloch er útnevndur til samtaksstjóra  og Nicoletta Giadrossi verður  stýrisforkvinna í nýggja "Joint Venture" felagnum Adura.

-Hesar útnevningar eru eitt týdningarmikið stig í stovn­anini av Adura, sum verður tann størsti óhefti olju- og gassframleiðarin á bretska landgrunninum.  Útnevningarnar undirstrika og endurspegla ein góðan rakstur, sterkfelagsstýring og eina greiða ætlan  fyri framtíðina hjá bretskari olju og gassi, sigur Equinor í eini viðmerking í morgun.

Neil McCulloch
Neil McCulloch kemur úr starvinum sum stjóri  í Spirit Energy og hevur meir enn 30 ára royndir innan leiðslu í orkuvinnuni og hevur havt ein týðandi leiklut í bæði raksturi og menning av bretsku olju- og gassvinnuni.

[object Object]

-Eg eri errin av at skula leiða Adura í hesum týdningarmikla tíðarskeiði innan orku sigur McCulloch.

Hann hevur áður eisini arbeitt hjá fyritøkum sum Enquest, BG group og OMV.

-Adura hevur sum  endamál at vera ein álítandi orkuveitari í Bretlandi. Saman við okkara dugnaligu starvsfólkum síggi eg fram til at byggja upp eina framtíðar­rættaða fyritøku  forankrað í sterkum virðum og við høgari  rakstarkompetansu leggur hann afturat.

Nicoletta Giadrossi
Nicoletta Giadrossi hevur drúgvar royndir innan stýrisformans- og stýrislimaskap í børs­noteraðum  og privatum feløgum innan orku og infrakervi. Hon hevur staðið á odda í fýra nevndum og er nú stýrisformaður í MSX International, eitt altjóða felag, sum veitir tøkni­ligar tænastur til mobilitetsskrásetingina. Hon er eisini í stýrinum hjá Vopak NV, einum altjóða felag fyri goymslu­infrakervi, og Renew Global plc, sum er fremst innan endurnýggjandi orku í India.

[object Object]

-Adura gevur ein serstakan møguleika at ávirka framtíðina í  bretsku orku­skipanini sigur Nicoletta Giadrossi. Hon sær  fram til at arbeiða saman við Neil og stýrinum fyri at tryggja, at Adura gevur langtíðar virði fyri allar áhugapartar – við denti á trygd, burðardygd og góð úrslit leggur hon afturat.

Hon hevur eisini arbeitt hjá fyritøkum sum Aker Solutions og Technip.

Adura varð stovnað  í desember 2024, eftir at Equinor og Shell valdu at leggja saman sínar bretsku olju- og gass­eindir til havs í eitt nýtt felag. Endamálið við Adura er at tryggja innlendis olju- og gassframleiðslu og orkuveiting í Bretlandi.

Høvuðsskrivstovan verður í Silver Fin-bygninginum  í miðbýnum í Aberdeen.
Arbeiðið við at fáa seinastu ­góðkenningarnar uppá pláss er framvegis í gongd og væntast, at Adura formelt byrjar virksemið seinast í 2025.

[object Object]Stjórarnir í Equinor og Shell, Camilla Salte og Simon Roddy avdúka nýggja orkufelagið ADURA á Offshore Europe í Aberdeen í farnu viku. Mynd Jan Müller

[object Object]Stjórin í FOÍB, Jan Müller hevði høvi at hitta leiðsluna hjá Equinor og Shell í Bretlandi og kunna um bæði leiti- og veitaramøguleikar í Føroyum.  

Adura

Í Bretlandi framleiðir Equinor í dag umleið 38.000 tunnur av oljuekvivalentum (olja og gass)  um dagin. Shell UK framleiðir yvir 100.000 tunnur  um dagin. Adura væntast at framleiða yvir 140.000 tunnur av  oljuekvivalentum um dagin komandi árini. Tá avtalan er vorðin endalig helst um nakrar fáar mánaðir fer Equinor at hava 50 % og Shell 50 % av fyritøkuni. 

Adura fer at fevna um partar hjá Equinor í Mariner, Rosebank og Buzzard feltunum og partarnar hjá Shell í Shearwater, Penguins, Gannet, Nelson, Pierce, Jackdaw, Victory, Clair og Schiehallion feltunum. Haraftrat koma fleiri leitiloyvi á bretska landgrunninum.

Áhugi fyri Føroyar

Fleiri av hesum feltum og leitiloyvum liggja eystan fyri Føroyar og hevur Adura tí ein náttúrligan áhuga fyri Føroyar, bæði tá talan er um leiting og veitingar. Tíðin fer so at vísa í hvønn mun leiðslan í Adura fer at vísa ein av næstu grannunum, Føroyum, áhuga og ans. Sum støðan er í dag, so hevur ein føroysk fyritøka, Føroya Tele, longu avtalur við Equinor um fibursamband til Rosebank feltið, ið skjótt verður yvirtikið av Adura.

Á Offshore Europe í Aberdeen í farnu viku var samkoma fyri Adura, har Equinor og Shell høvdu boðið umboðum frá orkuvinnuni. Her eisini Føroya Orkuídnaðarbólki, har Jan Müller stjóri og Louis Wilson, umboðsmaður í Bretlandi, stukku inn á gólvið og har hittu stjórarnar í Equinor og Shell. Eisini nýttu teir høvið har til at heilsa uppá borgarstjóran í Aberdeen, har Adura fer at hava sítt høvuðssæti.

[object Object]Borgarstjórin í Aberdeen bjóðar stjórunum í Equinor og Shell vælkomnum á Offshore Europe og ynskir teimum tillukku og góða eydnu við samanlagda felagnum Adura. Mynd Jan Müller.

[object Object]Borgarstjórin í Aberdeen tekur ímóti umboðum frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Louis Wilson og Jan Müller á Offshore Europe í Aberdeen í farnu viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder