Innanlands

Granskingarstuðul til Ph.d.-verkætlan um elskipanina

Granskingarráðið hevur játtað granskingarstuðul til Ph.d.-verkætlan um, hvussu vitlíki (AI) kann gagnnýtast í føroysku elskipanini. Tað er Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev, sum er farin undir Ph.d.-verkætlanina.

2025-05-28 19:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Verkætlanin hevur fingið játtaðar kr. 650.000, og heitið er: 

"Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan", skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Ph.d.-verkætlanin hevur til endamáls at gagnnýta vitlíki (AI) í orkustýringarskipanini fyri at økja um effektivitetin og minka um útlátið av koltvíiltu, við tí fyri eyga at røkka eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum. 

Verkætlanin fevnir um at nýta AI-modellir til at gera forsagnir um elnýtsluna, veður- og framleiðsluforsagnir fyri einstøku framleiðslueindirnar, herundir serliga varandi orkuframleiðslueindirnar, og at gera eina búskaparliga optimering av framleiðsluni og tilhoyrandi skipanarberandi útbúnaði og orkugoymslum. Endamálið er at tryggja eina álítandi elframleiðslu uttan CO2 útlát við lægst møguligum framleiðslukostnaði. 

Væntandi kann granskingin vera við til at geva eitt íkast til aðra verkætlan hjá Sev, sum snýr seg um tímaprísir.

Í síni meting og tilmæli av Ph.d.-verkætlanini siga eksternu metingarfólkini m.a., at hon er av stórum týdningi ikki bert fyri føroysku elskipanina, men eisini í heimshøpi, tí lítil gransking er um júst hetta.

Terji Nielsen byrjaði arbeiðið við Ph.d.-verkætlanini 1. januar í ár, og verður væntandi liðugur 31. desember 2027. Hann er innskrivaður á Aalborg universiteti og á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder