Norska stjórnin hevur avgjørt, at ferðamannaskip í norskum firðum skulu hava null útlát frá 2026. Tað hevur fingið fleiri reiðarí at menna og broyta skipini, soleiðis at tey kunnu brúka alternativ brennievni.
Ein møguleiki er at brúka vetni (brint/hydrogen) til framleiðslu av streymi, sum kann løða battaríir til elriknar motorar. Hetta er m.a. tað sum ferðavinnureiðaríið Hav Groups arbeiðir við og hevur fyritøkan júst fingið góðkenning at brúka nýggju vetnisskipanina umborð á tess skipum.
Hetta skrivar danska sjóvinnublaðið Søfart, sum endurgevur norska miðilin tu.no.
Tað er tó ein sera avbjóðandi og torført uppgáva at fáa eina vetnisgrundaða orkuskipan at virka. Men eftir miðvíst arbeiði í fýra ár hevur tað eydnast saman við góðari hjálp frá DNV at menna eina skipan. Til tess at framleiða vetni hava stigtakararnir brúkt LNG, sum er reint gass.
Spurningurin um framleiðslu av vetni sum brennievni sum part av grøna orkuskiftinum gerst alsamt meira og meira aktuellur og fer ikki dagur, at ikki onkur av mongu miðlunum kunnar um alskyns verktætlanir um at brúka vetni sum alternativa orku ístaðin fyri olju, gass og kol.
Hetta eisini um okkara leiðir. Hjá grannunum fyri sunnan, Hetlandi og Skotlandi, verður vetni raðfest sera frammaliga í grøna orkuskiftinum. Nú um dagarnar vitjaði kendur bretskur orkuserfrøðingur í Føroyum sum gestur hjá Føroya Orkuídnaðarbólki. Hann hevði høvi at hitta umboð fyri landsstýrið, SEV, Umhvørvisstovuna, Jarðfeingi og fyritøkurnar Mest og Føroya Tele, har hann greiddi frá grøna orkuskiftinum í Hetlandi og ætlanum oyggjarnar m.a. hava við framleiðslu av vetni frá havvindmyllum sum alternativt brennievni.
Orkan.fo roynir eisini sum føroyskur miðil at fylgja grøna orkuskiftinum og er vetnisframleiðsla partur av hesum.
Lesið eisini: https://orkan.fo/vetnisdepil-avloysa-oljurikna-farmasigling-a-norskum-firdum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald