Uttanlands

Vetnisdepil avloysa oljurikna farmasigling á norskum firðum

Ein nýggj verkætlan við grønari vetnisorku skal frá 2026 skapa grundarlag fyri kolvetnisfríari farmasigling á norskum firðum

Vetnisskipið Topeka, sum Wilhelmsen hevur á tekniborðinum og sum skal vera vanlig sjón á norskum firðum í framtíðini. 

Vetnisskipið Topeka, sum Wilhelmsen hevur á tekniborðinum og sum skal vera vanlig sjón á norskum firðum í framtíðini. 

2022-05-30 16:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar danski netmiðilin Søfart. Longu komandi ár verður tað møguligt at fylla tangan við grønari vetni í Hellesylt í Geiranger fjóðrinum. Tað er felagið Norsk Hydrogen, sum upplýsir, at ein verkætlan uppá 30 mió. kr. fer at kunna seta upp útbúnað í býnum, ið skal brúka vatnorku til at framleiða vetni. Tað skrivar tu.no. Orsøkin til vetnismenningina er ein norsk avgerð um, at fleiri norskir firðir skulu vera kolvetnisfríir frá 2026, men við nýggju verkætlanini kunnu vetnisskip longu frá komandi ári gerast veruleiki á norskum firðum. Sambært Søfart hevur felagið Norsk Hydrogen gjørt avtalu við týska elektrolysuframleiðaran FEST um veiting av einum 3 MW anleggi, sum kann framleiða 1,3 tons av vetni um dagin. 

[object Object]

Vatnorkuverkini í Helleshylt framleiða partar av árinum meira streym enn eftirspurningurin er í nærøkinum, men netið er ikki nóg væl útbygt til at kunna útflyta yvirskotsstreymin. Við hesum í huga gevur tað góða meining at goyma yvirskotsstreymin sum vetni, sum so kann gagna nýggju vetnisførunum, ið fara at koma komandi árini. 

Framleiðslan av vetni við orku frá eitt nú vindmyllum til havs eins frá vatnorkuverkum á landi hevur staðið ovarliga í orkukjakinum nú í eina tíð og fyllur meira og meira, serstakliga nú vit fara at síggja fleiri stórar vindmylnulundir til havs í Norðsjónum. Herfyri avgjørdu fýra lond kring Norðsjógvin, Danmark, Týskland, Belgia og Háland at fara undir eina risastóra grøna orkuætlan við 10.000 vindmyllum í Norðsjónum, hvørs orka fyrst og fremst skal brúkast í framleiðsluni av vetni, (Hydrogen, brint).

Og eisini í Norra og Bretlandi er verulig gongd komin á kjakið og arbeiðið um framtíðar havvindmylnulundir og tilknýtta vetnisframleiðslu.

Hetland og Føroyar

Hjá grannanum í Hetlandi verða havvindmyllur raðfestar ovast í grøna orkuskiftinum og hetta er eisini nakað, sum føroyskir myndugleikar so smátt eru farnir at vísa áhuga.

Umboð fyri stóru grønu orkuverkætlanina Orion í Hetlandi var nú um dagarnar gestur hjá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki í Føroyum, har hann vitjaði bæði í Tinganesi, hjá SEV og á Umhvørvisstovuni og hjá Jarðfeingi fyri  at greiða frá orkuætlanunum í Hetlandi og fyri at kanna, hvat hendir í Føroyum á hesum øki, og í tí eisini at birta upp undir samstarv á orkuøkinum millum hesar báðar oyggjabólkarnar í Norðuratlantshavi.

Hetlendsku ætlaninar fevna bæði um framleiðslu av vetni og framtíðar reinum brennievni til skipaferðsluna. Orkan frá vindmyllum skal so eisini brúkast til at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar við at brúka streym frá vindorkuni ístaðin fyri gass frá egnari framleiðslu til raksturin. Tað fer at minka munandi um útlátið av CO2. 

[object Object]

Grøna orkuverkætlanin í Hetlandi soleiðis sum hon enn sær út á tekniborðinum. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder