Innanlands

Glið á grøna orkuskiftið hesa vikuna

Nærum 300 fólk møttu til stórt grønt Orkukvøld í skúlanum á Løgmannabreyt. Sama dag varð skipað fyri ráðstevnu á Hafnia um útlát frá skipum

Talan var hvørki um eina tónleikakonsert ella kjakfund um samfelagsmál. Tað snúði seg um einki minni enn grøna orkuskiftið, tá skipað varð fyri orkukvøldið í skúlanum á Løgmannabreyt mikukvøldið. Myndir Jan Mülller.

Talan var hvørki um eina tónleikakonsert ella kjakfund um samfelagsmál. Tað snúði seg um einki minni enn grøna orkuskiftið, tá skipað varð fyri orkukvøldið í skúlanum á Løgmannabreyt mikukvøldið. Myndir Jan Mülller.

2023-11-24 19:10 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Mikudagurin 22. november gjørdist nakað heilt fyri seg, tá talan er um grøna orkuskiftið í Føroyum.  Fyrrapartin skipaði Mest fyri ráðstevnu um, hvussu vit minka um útlátið frá skipum, og um kvøldið vóru orka og bygningar á skránni. Nærum 400 fólk høvdu leitað sær til hesi bæði tiltøkini, sum uttan iva fara at gera sítt til at fáa glið á grøna orkuskiftið í Føroyum.

Tey bóru í hvussu er boð um, at føroyingar tað veri seg vanligir borgarar eins og vinnulívsfólk og myndugleikar av álvara eru farin at taka grøna orkuskiftið til sín.

Eldsálin aftanfyri stóra orkutiltakið í Hoyvík, Magnus Thomsen, og sum brennur fyri grøna orkuskiftinum,  varð sum vera man sera vælnøgdur við uppmøtingina. Pláss vóru fyri 300 fólkum í serstøku og hugnaligu høllini í skúlanum á Løgmannabreyt og fáir stólar stóðu tómir, tá tiltakið byrjaði.

Varaskúlastjórin Jón Kragesteen  beyð vælkomin og vónaði, at tiltakið fór at vera við til at skunda undir grøna orkuskiftið. Sjálvur er hann eisini formaður í FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, ið raðfestir grøna orkuskiftið høgt.

Skráin varð sera viðkomandi og fjølbroytt og tóktist at hava stóran áhuga, nú flestu av áhoyrarunum høvdu sett av alt kvøldið til mongu framløgurnar, ið snúðu seg um  alt frá, hvaðani orkan stavar, hvussu vit fáa hana til høldar og brúka hana skilabest  og hvussu vit bera okkum best at, tá bygt verður.

[object Object]

Magnus Thomsen, sum var ein av fyriskiparunum av afturvendandi tiltakinum, rúnarbant við sínum nærum ótroyttiligu boðskapum um, hvat vendir upp og niður í øllum orkukjakinum í Føroyum. Hann fór allan sólarringin runt og gav síni boð uppá, hvussu vit føroyingar kunnu fáa mest og best burturúr grønu orkuni.  

Magnus vísti á, at hann og fleiri onnur  tóku upprunaliga stig til Orkukvøld í 2019, tí tey sóu avbjóðingar viðvíkjandi  “Bygningskunngerðini BK-17”  í samband við ásetingar viðv. hæddum, búvídd, úthangi, byggistigi osfr.

-Og hetta var og er framvegis  ikki heilt í tráð við ta bygging, sum fer fram í dag.  Serliga eru tað privatfólk, sum koma í klemmu. Tey ynskja jú at gera sítt fyri at avmarka CO2 útlátið, og samstundis hava eitt gott inniklima og ein sera lágan upphitingartørv. Tað er her BK-17 revsar tey, tí tann, sum bjálvar eyka, má gjalda við búvídd.

Samstundis sóu vit í londunum rundan um okkum, at eitt nú Snøhetta byggir eftir Power-house konseptinum, tvs. at tá ið bygningurin er 40 ára gamal, so kann hann takast niður aftur, og CO2 útlátið frá bygging, drift og niðurtøku er 0 g.

Framløgurnar frá tí tiltakinum síggjast her https://w-t.fo/index.php/orku-kvold-2019/ 

Magnus vísir á, at uppmøtingin og afturmeldingarnir frá hesum tiltakinum, vóru somikið góðar, at ætlanin var at skipa fyri einum Orkukvøldi aftur í 2020, men tað forpurraði korona. Tá varð sett út í kortið at fáa fólk frá granskingartoyminum hjá DTU Byg at leggja fram, umframt fólk frá Snøhetta, hetta bleiv tó til einkis. Síðan hevur alt ligið stilt av ymsum orsøkum, men nú eydnaðist endiliga at fáa fyriskipað enn eitt Orkukvøld.

[object Object]

-Hesaferð valdu vit at flyta fokus eitt lítið sindur og leggja størri dent á veruligar søgur/dømi, soleiðis at til bar at fáa eitt sindur av data fram, og soleiðis at tað kemur fram, hvussu hesir bygningar klára seg, alt eftir hvørjar fortreytir teir hava.

Um Orkukvøldið sum heild sigur Magnus víðari, at tey fluttu seg eisini eitt sindur meiri yvir á hitapumpur, sum er eitt sera aktuelt evni, herundir eisini skiftið frá fjarhita til hitapumpuloysn og oljufýr til hitapumpuloysn.  Felags fyri hesi bæði var, at eigararnir høvdu verið teir somu yvir longri tíðarskeið og tí høvdu teir góð forbrúksdata, sum vórðu grundarlag undir, hvør loysn bleiv vald.

-Harafturat eydnaðist tað okkum at fáa eina heildarumvæling við hesaferð og fingu vit fram í ljósið, at gomul hús ikki eru bara bara at fara í gongd við at umvæla. Sum eitt bonus var Jan Rasmussen, hjartalækni og granskari phd. Hann kennir gjøgnum sítt fak heilsuligu árinini av vánaligum inniumhvørvi og blámusoppi og hvussu hesi kunnu elva til eina harðari sjúku, enn í húsum uttan fukt og blámusopp.

Fantastiskt var eisini at fáa eina uppdatering uppá Simma Musikkhús og síggja, at nýtslan til upphiting og el er støðug tey seinastu 5 árini. Harvið er Simma Musikkhús framvegis ein av orkuvinarligastu bygningunum í landinum, sum vit vita um.

Harafturat hoyrdu vit eitt sindur um el-netið og framleiðsluna, at nú byrjar av álvara at brenna á, tí vinnan á altjóða marknaðinum fær sett krøv um eitt lágt CO2 útlát á sínari vøru. Annars verður vøran ikki keypt, og  Føroyar missa arbeiðspláss og inntøku.

Loysnir frá vinnuni vórðu eisini uppi at venda á Orkukvøldinum hesaferð, eitt nú stórfingna Eysturlundin hjá EFFO. Umframt at farið varð inn á, at byggjast skal í samsvar við varandi orkuframleiðsluna, tvs. onga upphiting um summarið og annars ein lágan upphitingartørv á ársbasis. 

[object Object]

Uppá fyrispurning um hvør høvuðs niðurstøðan var frá kvøldinum sigur Magnus m.a.:

-Eg veit ikki, um man kann siga, at har var ein høvuðsniðurstøða, men endamálið var at geva áhoyrarum eina heildarmynd av bygging og el-framleiðslu og hvussu hesi eru tengd at hvør øðrum, men samstundis eisini gera tað relaterbart við at fáa nøkur verulig dømi fram, og at ein ikki nýtist at verða byggikønur fyri at kunna deila sínar royndir – vit kunnu øll gera okkurt og stuðla uppundir grøna orkuskiftið.

Men sum altíð, so manglar gransking á økinum, so sjálvt í 2023 vita vit ikki í tølunum, hvussu ein miðal føroyskur bygningur klárar seg og hvussu hann verður ávirkaður av veðurlagnum.

-Sum eitt eyka innskot, sigur Magnus víðari, kann eg líka leggja afturat, at Simme Musikkhús saktans hevði kunnað verið gjørt eftir Power-house konseptinum, also eitt Energy+ hús. Hetta um vit løgdu sólkyknur á tekjuna, 300 m2, so høvdu vit kunnað framleitt áleið 40.000 kWt, um vit brúka miðalframleiðsluna frá Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd.

Uppá ársbasis brúkar Simme Musikkhús 31.800 kWt til ljós og hita, also hevði tað havt eitt miðal árligt yvirskot á 8200 kWt. Tað, sum partvís forðar fyri hesum, er, at tú ikki hevur loyvi at seta upp anlegg størri enn 11 kW, uttan so at øll orkan verður seld beinleiðis til SEV, tvs. tú fær ikki eins stóran ágóða av framleiðsluni sum við einum anleggi, ið er minni enn 11 kW.

[object Object]

Framløgurnar eru at finna her:

https://drive.google.com/drive/folders/127iKOh8W4LSB7XOpvN0NnxRvJDVW9UGL?usp=sharing 

Her greiðir Tine Hegli frá yvirornaða tankanum handan Power-house konseptinum. Hon hevur

fleiri innsløg um Power-house: 

https://www.youtube.com/watch?v=RCpYW5mYvHY

Powerhouse Brattørkaia:

https://www.youtube.com/watch?v=x560idQlDvY

og

https://www.bygg.no/powerhouse-brattorkaia/1408523!/?image=10 

Framløgurnar frá hesum nýggjasta Orkukvøldinum eru bandaðar og verða lagdar út á netið, tá ið tær eru kliptar til.  Lýst verður á Grøn Orka – bygningar og framleiðsla á Facebook, tá ið tær koma út:

https://www.facebook.com/GronOrka

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder