Tað verður fráboðað í lýsingum í altjóða oljumiðlum. Talan er ikki um eina vanliga útbjóðing men um eina skipan við “Open Door”, tvs. at oljufeløg kunnu søkja um fleiri ymisk øki á vestursíðu Grønlands. Hesi eru m.a. í Disko, Nuussuaq, Baffin og Davis umhvørvunum. Við hesi nýggju leitiætlanini, sum gongur heilt fram til 2024, ynskir grønlendska landsstýrið at sannføra útlendskar íleggjarar og her serstakliga oljufeløg um, at møguleiki er fyri, at nakrar av heimsins størstu oljugoymslum finnast í grønlendsku undirgrundini.
Uttanlands
Grønland letur upp aftur fyri oljuleiting
Frá 1. november 2020 hava altjóða oljufeløg aftur møguleika at søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum í grønlendsku undirgrundini.
Grønlendska landsstýrið letur nú aftur upp fyri oljuleiting. Tað sær fram til, at olja og gass kann gerast týðandi partur av búskapinum í framtíðini
2020-11-03 15:08
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Grønland gevur útlendskum feløgum møguleikan at leita eftir olju og gassi. Útbjóðingarnar hava verið fleiri bæði eystan og vestan fyri Grønland. Fleiri av heimsins størstu oljufeløgum hava í hesum sambandi søkt um og fingið loyvi at leita, teirra millum Shell, BP, Exxon, Total, Equinor, Chevron fyri bert at nevna nøkur.
Tað var tó skotska felagið Cairn, sum kom at ganga undan í leitingini, tá tað við inntøkum frá framleiðslu í m.a. India, boraði 7 brunnar í Vesturgrønlandi og brúkti fleiri milliardir til leitingina. Staðfest varð ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini, men rakt varð ikki við olju í rakstrarverdugum nøgdum. Eftir hetta gjørdi Cairn av at taka seg úr Grønlandi, og tað gjørdu eisini flestu av hinum feløgunum, ikki minst vegna óstøðugu oljuprísirnar.
Grønlendska landsstýrið hevur tó ikki slept ætlanunum um at leita eftir og finna møguligar olju- og gassgoymslur í undirgrundini. “Open Door” skipanin, sum nú letur leitingina uppaftur, er í tráð við politikkin hjá landsstýrinum um at leita eftir mineralum og kolvetnum í grønlendsku undirgrundini og harvið gera hesi til part av framtíðar búskaparliga grundarlagnum.
Í Føroyum er líknandi, um ikki heilt eins skipan við Open Door, eisini galdandi í løtuni. Hóast tað hvørki ber til ella er rætt at samanbera hesi bæði økini í Norðuratlantshavi, so hava Føroyar kortini tann fyrimun framum Grønland, at stórar goymslur við bæði olju og gassi eru funnar beint við føroyska markið og boða tí frá møguligum goymslum føroysku megin markið eisini.
Sí niðurstøðuna og boðskapin hjá grønlendska landsstýrinum á tess heimasíðu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald