Uttanlands

Grønt ljós til koronavaksinur hækkar oljuprís

Oljuprisurin er fyri fyrstu ferð í 9 mánaðir farin upp um 50 dollarar, nú Bretland, Kanada og USA hava loyvt koppingarevni móti korona

2020-12-11 08:20 Author image
Jan Müller
placeholder
 
Seinastu tíðina hevur oljuprísurin otað seg longur og longur upp móti 50 dollara markinum, og hósdagin hendi tað so, at prísurin fór upp um hálvthundrað dollarar fyri tunnuna, ein vøkstur uppá 4%.  Eitt skifti var hann 51,78 dollarar. Hetta er hægsti oljuprísur síðani 6. mars, tá koronasóttin tók dik á seg kring allan heimin. Eitt skifti var oljuprísurin niðanfyri 20 dollarar.
 
Høvuðsorsøkin til prísvøksturin eru seinastu tíðindini um, at Bretland, sum fyrsta landið í Vesturheiminum, fór undir at geva koppingarevni móti korona til landsins íbúgvar. Mikudagin fylgdi Kanada eftir og seint hóskvøldið bórust so tíðindi um, at USA hevur givið grønt ljós til at leyslata koppingarevnið frá Pfizer-BioNTech. 
 
Hóast góðu tíðindini úr Bretlandi, Kanada og nú eisini USA,  so er støðan í nógvum londum vernað munandi seinastu dagarnar. Hetta hevur fingið stjórnir at seta strong tiltøk í verk fyri at forða smittuni at gera meira um seg.
 
Annars hevur avgerðin hjá Opec+ londunum ikki at gera álvara av ætlanini at minka um avmarkingina av  framleiðsluni verið við til at varðveita oljuprísin og entá at fáa hann at hækka. Ætlanin var at minka um  framleiðsluavmarkingina  við umleið 2 mió. tunnum um dagin, men tá avtornaði varð framleiðslan minkað við  500.000 tunnum, tvs. úr 7,7 mió  tunnum til 7,2 mió. tunnur um dagin.
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder