Talan er um Jürgen Maier, sum heitir á stjórnina um at loyva verandi oljuleiðum at framleiða meira olju og gass. Henda áheitan kemur í kjalarvørrinum á úttalilsum frá fleiri øðrium stjórum í feløgum, sum umboða varandi orku skrivar The Guardian.
![]()
Hann heldur fyri, at ein øking av olju- og gassframleiðsluni í Bretlandi kann vera við til at betra um bretska búskapin bæði við fleiri arbeiðsplássum og hægri skattainntøkum. Hann sigur tó, at hann er samdur við stjórnina um at varðveita bannið móti nýggjum leitiloyvum fyri nýggjar olju- og gassleiðir. Ístaðin skal stjórnin loyva olju- og gassframleiðslu á keldum, sum liggja nær við verandi undirstøðukervi.
Guardian skrivar, at stjórnin fer at taka avgerð um loyvi til keldurnar Rosebank og Jackdaw um nakrar vikur. Ein orsøk til at tað hevur tikið so langa tíð at taka slíka avgerð sigst vera, at stjórnin helst vil bíða við hesi avgerð til eftir valið í Skotlandi í mai. Hetta fyri ikki at fáa trupulleikar við Grøna flokkinum undan valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald