Innanlands

Grønur september hjá SEV

Vágsverkið varð sløkt í tilsamans átta samdøgur. Grøna framleiðslan fyri alt landið var 53 prosent

(Mynd: Sev.fo)

(Mynd: Sev.fo)

2022-10-07 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Suðuroyggin var 100 prosent grøn í góð 8 samdøgur í september, og í 10 dagar lá grøna elorkan yvir 80 prosent.

Samanlagt fyri allan september kom grøna elorkuframleiðslan upp á sløk 53 prosent í Suðuroynni, og somuleiðis lá grøna elorkuframleiðslan fyri alt landið á 53 prosentum.

Skipanin við vindorku, synkronkompensatori og battarískipan varð royndarverksett síðst í august. Hon hevur roynst væl, og í tilsamans 8 samdøgur var Vágsverkið sløkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder