Innanlands

Hægri avgjald á elbilar

Eitt samt løgting samtykti í dag at broyta avgjald á elbilum skrásettir eftir 1. apríl 2024

(Mynd: Komfortbilar)

(Mynd: Komfortbilar)

2023-12-05 16:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin samtykti løgtingið, at avgjaldsfrítøkan á elbilar verður avmarkað til 200.000 krónur. Tað var eitt einmalt løgting, sum samtykti uppskotið frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Endamálið við avgjaldsfrítøkuni hevur verið at fremja grøna orkuskiftið og ikki lata stuðul til at keypa dýrar bilar.

Broytingin ber í sær, at ravmagns- og vetnisbilar sum eru skrásettir frá 1. apríl 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.

Sambært galdandi lóggávu eru persónbilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, avgjaldsfríir til og við 31. desember 2024. Frá 1. januar 2025 skulu hesi akfør rinda eitt stigvíst hækkandi avgjald. Í 2028 og fylgjandi ár er avgjaldið 30 prosent av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 krónur og 45 prosent av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri 100.000 krónur.

Sambært Akstovuni vórðu í 2022 seldir 506 elbilar. Av hesum bilum høvdu 467 eitt CIF-virði, ið var hægri enn 200.000 kr.

Samlaða CIF-virðið omanfyri 200.000 fyri allar elbilarnar var 62 milliónir krónur. Tað er 133.000 krónur í miðal fyri hvønn bil, sum er omanfyri 200.000 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder