Heimsins fyrsta støð fyri flutning og goymslu av CO2 uttan landamørk er nú liðug bygd og klár til at taka ímóti og goyma CO2. Hetta hendi í gjár, tá orkuráðharrin í Noregi, Terje Aasland alment lat nýggju støðina, “Northern Lights” upp. Hon er í Øygarden nær Bergen og er eitt úrslit av samstarvi millum orkufeløgini Equinor, Shell og Total/Energies.
Liðuggerðin av hesi CO2 støðini er ein týðandi varði í altjóða menningini av einum forrætningsmodelli fyri CO2 fangan, flutning og goymslu sigur stjórin í Equinor, Anders Opedal. Hon fer eitt nú at skapa møguleikar fyri at minka um útlátið í evropeiskum ídnaði. Hon er so eitt dømi um, at verandi orkufeløg, sum dagliga eisini framleiða olju og gass, kunnu og vilja hava ein týðandi leiklut í royndunum at minka um CO2 útlátið.
Norski orkuráðharrin og stjórin í Equinor vóru til steðar, tá risastóra grøna verkætlanin varð avdúkað.
Fangan av kolevnum, flutning og goymsla, eisini kent undir heitinum CCS kann í stórum nøgdum fáa alstjóran týdning í orkuskiftinum sum ein av loysnunum til serstakliga stórar avbjóðingar, sum kolevnisútlát kunnu hava við sær.
Northern Lights verkætlanin er ein partur av risastóru norsku CCS verkætlanini nevnd Langskip. Tað skal taka ímóti CO2 frá ídnaðinum og standa fyri flutninginum av CO2 til móttøkuterminalin í Øygarden. Haðni verður flótandi CO2 síðani flutt víðari umvegis rørleiðing til goymslur undir havbotninum í Norðsjónum og verður trygt og endaliga goymt.
Anders Opedal sigur sambært heimasíðuna hjá Equinor, at henda verkætlanin vísir, hvat kann koma burtur úr, tá myndugleikar og ídnaðurin arbeiða saman móti sama máli og gera íløgur saman fyri at minka um váðan. Equinor hevur fleiri menningarverkætlanir fyri CO2 flutning og goymlu á tekniborðinum bæði sum fyristøðufelag og partnari. Nýggjasta verkætlanin fer at vera eitt týðandi íkast til menningina av framtíðar verkætlanum av hesum slagnum sigur Opedal. Í fyrstu syftu skal støðin fevna um 1,5 mió. tons av CO2 um árið. Hon skal vera klár í 2025 at taka ímóti fyrsta CO2 frá stórídnaðinum í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald