Uttanlands

Heimsins leiðarar lítlan áhuga í COP29

Veðurlagstoppfundur varð settur í Baku í Aserbadjan í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-12 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár byrjaði veðurlagstoppfundurin COP29 í høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku. Men fleiri nøvn á heimsins leiðarum eru ikki við á luttakaralistanum.

Hvørki ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, Fraklands forseti, Emmanuel Macron ella niðurlendski forsætisráðharrin, Dick Schoof, vera við í Baku.

Heldur ikki týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hevur sett tíð av til veðurlagsfundin, orsaka av stjórnarkreppuni í heimlandinum.

Joe Biden, sum framvegis er forseti í USA, fer heldur ikki til Aserbadjan har ætlanin er at finna fram til eina samju, sum kann tryggja, at tey fátøku londini, ið eru harðast rakt av verðurlagsbroytingunum, fáa stuðul frá heimsins ríkastu londum.

Ta smráðingina hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, kanska ikki so óvæntað, eisini sent avboð til, meðan tað landið, ið letur mest koltvísúrni út, Kina, sendir ein varaforsætisráðharra til Baku, skrivar dr.dk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder