Uttanlands

Heimsins longsti undirsjóvar streymkaðal tikin í nýtslu

Hann bindur orkunetini í Norra og Bretlandi saman og er eitt týðandi stig á grønu leiðini

2021-10-05 18:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Leygardagin varð heimsins longsti sjóvegis streymkaðal tikin í nýtslu. Hann gongur úr Norra til Bretlands og er 720 kilometrar langur. Tað er norska Statnett, sum stendur fyri verkætlanini, ið verður mett at vera eitt týðandi stig á leiðini til grøna varandi orku. 

Við hesum nýggja kaðalinum ber til at flyta streym úr Norra til Bretlands og úr Bretlandi til Noregs. Í byrjanini fær marknaðurin atgongd til 700 megawatt, sum kortini bert er helvtin av tí, sum hann fer at rúma í framtíðini. Við hesum kaðali verða orkuskipaninar í hesum báðum londum hvør síni megin Norðsjógvin, knýttar saman, og tað gevur nógvar møguleikar. Kaðalin hevur fingið heitið North Sea Link.  

Nógv verður í løtuni tosað um, hvønn týdning kaðalin fer at hava fyri streymprísin í Norra og Bretlandi. Roknað verður við, at prísurin á streymi fer at verða hægri í byrjanini, men samtíðis verður hann eisini ein týðandi veitingartrygd eitt nú t.d. fyri Norra, sum  kann fáa streym úr londum sum Týskalandi, Hálandi, Danmark, Russlandi, Finlandi og Svøríki, og nettupp hetta fer at vera ein veitingartrygd hjá Norra, ikki minst tá vatn- og vindgoymslurnar eru tómar. Tá kemur streymur frá meginøkinum væl við. Og øvugt, tá vatn- og vindgoymslurnar í Norra eru á tremur, tá kemur streymurin væl við í eitt nú Bretlandi. Norska Statnett, sum umsitur kaðalin, hevur í umbúnað at gera íløgur uppá umleið 100 mia. kr. í netið næstu árini. 

Hóast óvissa er um streymprísin í byrjanini so verður mett, at hann fer at verða bíligari uppá longri sikt og fer kaðalin at fáa stóran týdning fyri Evropa í framtíðini. Ikki minst nú vindorkan verður so nógv útbygd í fleiri londum. Kaðalin fer nevniliga at skapa grundarlag fyri menning av varandi orku í bæði Norra og Bretlandi eins og øðrum londum. Nýggi North Sea Link kaðalin er eitt stórt stig á grønu leiðini og er dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá fleiri lond samstarva kring orkumál sigur stjórin í Statnett. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder