Uttanlands

Heimsins ríkastu lond gera milliarda íløgur í fossila orku

Hetta hóast tey hava sagt seg vilja at minka ella gevast við íløgum í olju, gass og kol

2023-08-24 07:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vil ein kanadisk tankasmiðja vera við og ger í eini nýggjari frágreiðing greitt, at tey ríkastu londini í heiminum gera billióna íløgur í fossila orku og eru harvið við til at økja um CO2 útlátið. Hetta skrivar DR.

Tað var undir veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, at fleiri av heimsins ríkastu londum søgdu seg vilja gevast við at gera íløgur í olju, gass og kol, nakað tey eisini høvdu lovað í 2009.

Frágreiðining  frá kanadisku tankasmiðjuni IISD vísir, at heimsins 20 størstu búskapir stuðlaðu olju-, kol- og gassídnaðin við upphæddum omanfyri 9 billiónir kr.

IISD skrivar, at upphæddin er fýra ferðir so stór sum stuðulin í 2021 og tvífalt so stór sum undan koronakreppuni.

Niðurstøðan í frágreiðingini er tann, at heimsins ríkastu lond við hesum íløgum eru við til at gera veðurlagsstøðuna í heiminum nógv verri. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder