Uttanlands

Heimsins størsta havvindmylnulund framleiðir nú streym 

Dogger Bank Wind Farm liggur í bretskum øki í Norðsjónum. Norska Equinor er ein av høvuðseigarunum

2023-10-11 18:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Tá hon er liðug útbygd fara tær 277 vindmyllurnar at framleiða streym, sum kann nøkta tørvin hjá seks milliónum  húsarhaldum í Bretlandi um árið. Í gjár varð so tann fyrsta myllan sett í gongd og bundin í bretska netið, har hon fer at veita grønan streym komandi 35 árini. Hetta er eitt týðandi vegmót í grøna orkuskiftinum.

[object Object]

Havvindmylnulundin hevur, tá hon stendur heilt liðug,  eina framleiðsluorku uppá 3,6 GW og verður harvið tann størsta í heiminum. At tað er norska orkufelagið Equinor, sum stendur á odda fyri hesi risastóru verkætlanini, er ikki so løgið, nú felagið eisini hevur gingið undan at byggja út havvindmylnulundir í Bretlandi og eisini Norra. Talan er um tilsamans tríggjar útbyggingarpartar, sum eisini fevna um ein HVDC streymkaðal, ið skal flyta streymin til lands. Hetta er fyrstu ferð hetta verður roynt á bretska landgrunninum. 

[object Object]

Fyrsti streymurin verður framleiddur av GE Venova Haliaade-X 13 MW vindmyllu, sum er ein av teimum størstu og mest kraftmiklu í heiminum. Myllurnar eru 260 metrar høgar, og mylnuvongirnir  eru 107 metrar langir. Øll vindmylnulundin verður liðug útbygd til framleiðslu í 2026.

Umframt Equinor eru eisini SSE Renewables og Vårgrøn við í verkætlandini.  

[object Object]

Tað er greitt, at henda verkætlanin verður sera væl móttikin av bretsku stjórnini. Rishi Sunak forsætisráðharri  sigur, at offshore vindur er fortreytin fyri at kunna framleiða varandi og munadygga orku, sum kann vera við til at veita streym til bretsku húsarhaldini.

-Eg eri errin av, at okkara land kann ganga á odda til tess at røkka null útlátsmálinum í 2050. Dogger Bank fer ikki bert at útvega grøna orku, hon fer eisini at skapa arbeiðspláss og vera grundarlag fyri lægri streymprísum eins og tryggja orkutrygdina í Bretlandi. 

[object Object]

Anders Opedal, stjóri í Equinor dylur ikki fyri, at Equinor er fegið um at hava rokkið so langt á vindorkuøkinum við hesi verkætlanini og at vera partur av hesi so týðandi roynd at menna grøna orku og harvið eisini gera Bretland betri ført fyri at røkka sínum útlátsmálum. Hann vísir á, at við hesi verkætlan hevur tað eydnast Equinor at ganga á oddda at menna tøknina, sum er neyðug fyri at kunna framleiða streym frá vindmyllum til havs. 

Stóra íløgan í Dogger Bank verkætlanina er eisini ein spegilsmynd av nýggju orkustrategiini hjá Equinor. Felagið hevur sagt frá, at 2/3 av framtíðar íløgum fara til grøna orku, meðan 1/3 fer til olju og gass. 

[object Object]Anders Opedal, stjóri í Equinor

Áhugavert er eisini at bíta merki í, at sama Equinor aftur verður at síggja í okkara grannalag, nú felagið hevur fingið loyvi til at útbyggja olju- og gasskelduna Rosebank eystan fyri føroyska markið. Í hesum sambandi skal Equinor eisini brúka streym frá eitt nú vindorkulundum á havinum ella á landi. 

Enn vita vit lítið um møguligar ætlanir í Føroyum at byggja út vindorkuna til havs. Men umboð fyri SEV hevur so verið frammi alment og kunnað um eitt møguligt framtíðar scenario í føroyskum havøki við vindmylnulund.

Um tað so er hugsandi, at føroysk havvindmylnuorka kann brúkast til at veita streym til komandi Rosebank útbyggingina eins og aðrar kolvetnisleiðir vestan fyri Hetland skal vera ósagt her. 

Men í hvussu er eru spennandi tíðir fyri framman á vindorkuøkinum eisini her norðuri í Atlantshavi. So kanska Dogger Bank vindmylnulundin kann gerast íblástur til - um ikki so stórar verkætlanir - so tó verkætlanir av hesum slag í okkara parti av Norðuratlantshavi. 

Áhugvert verður at hoyra, hvørjar tankar føroyskir myndugleikar tað veri seg landsstýrið, SEV, Umhvørvisstovan og privatar fyritøkur hava gjørt sær um framtíðar føroyskar havvindmylnulundir. 



Keldur: Equinor, SSE, Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder