2021-09-11 15:26
Tað er ikki á hvørjum degi, at so víðagitin og navnframur vinnulívsmaður sum Helge Lund, nevndarformaður í tveimum stórum altjóða fyritøkum, vitjar í Føroyum. Men hann hevur eina serstaka orsøk til at vitja Føroyar við jøvnum millumbili, nevniliga sum nevndarlimur í føroyska íløgufelagnum Tjaldur, har nevndarformaðurin eitur Rúni M. Hansen og eisini hevur eina fortíð í gamla felagnum hjá Helge Lund, Statoil.
Helge Lund og Rúni M. Hansen frá Tjaldur uttanfyri skrivstovuna hjá FOÍB í Bringsnagøtu í Havn, her saman við stjóranum í FOÍB, Jan Müller
Teir báðir arbeiddu í fleiri ár saman, tá Statoil var eitt av oddafeløgunum í føroysku oljuleitingini - Helge sum stjóri í hesum norska orkurisanum og Rúni sum leiðari fyri tí arktiska økinum og Føroyum. Teir báðir fóru so á hvør sína nýggju vinnulívsleið, Rúni heima aftur á klettunum á alifyritøkuni Bakkafrost og vinnufyritøkuni Tjaldur - og Helgi úti í stóru verð at taka á seg uppaftur størri avbjóðingar sum nevndarformaður í Novo Nordisk og BP.
Men tað skuldi tó vísa seg, at hóast fyrrverandi starvsfelagarnir funnu nýggjar slóðir, vóru bondini teirra millum so mikið sterk, at Helge tók av, tá honum stóð í boði at gerast nevndarlimur í føroysku fyritøkuni Tjaldur, og har er hann framvegis. Tó at hansara vitan og royndir og ikki minst dámliga sinni verða nógv virðismett á hægri stað. At kunna skifta út stórbýarlívið við javnan at kunna vitja tað vakra og friðsælna náttúruumhvørvið í Norðuratlantshavi, kemur væl við hjá hesum annars nógv eftirspurda manni.
Í dag er Helge nevndarformaður í størstu fyritøkuni í Norðurlondum, Novo Nordisk, sum eisini telist millum heimsins størstu heilivágsfyritøkur. Haraftrat stendur Helge eisini við stýrisvøl á eini av heimsins størstu orkufyritøkum, bretska BP, har hann eisini røkir formanssessin.
Í sambandi við nevndarfund í Tjaldur fyri viku síðani, nýtti Helge Lund so eisini høvið at heilsa uppá Bárð á Steig Nielsen, løgmann, har teir fingu eitt gott prát um eitt nú samstarvið millum Novo Nordisk og Føroyar. Eisini kunnaði Helge Lund løgmann um royndirnar hjá BP í grøna orkuskiftinum.
Stundir vóru so eisini til at støkka inn á gólvið í grannalagnum, hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, sum mongu seinastu árini hevur umboðað útlendsk oljufeløg, ið hava verið partur av leitingini her. Sum stjóri í táverandi Statoil, sum var limur í FOÍB, vildi Helge Lund tí eisini vitja aftur á slóðina. Í vakra umhvørvinum í Bringsnagøtu varð høvi hjá stjóranum í FOÍB at kunna nevndarformannin í BP um víðari gongdina á leitiøkinum í Føroyum hesi seinastu mongu árini, har ein Open Door loyvisskipan framvegis stendur víðopin fyri altjóða oljufeløgum til at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Eftir vitjanina í Tinganesi og í Bringsnagøtu gekk leiðin aftur til skrivstovubygningin hjá Tjaldur á Bryggjubakka, har Rúni M. Hansen tók uppaftur nevndarfundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald