2021-01-07 10:10

Niðurstøðan í nýggjastu frágreiðingini frá greinarafyritøkuni Rystad Energy
Hetta er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum norska greinarafyritøkan, Rystad Energy, gjørdi i desember mánað í fjør.
Fyritøkan vísir á, at við sera avmarkaðu íløgunum í nýggja leiting er heimurin á eini kós, har ikki ber til at nøkta eftirspurningin eftir olju fram til 2050, hóast Covid-19 og grøna orkuskiftið halda fram við at tálma nýtsluna av olju í næstu framtíð.
Í endaligu niðurstøðuni í frágreiðingini frá Rystad sigur Palzor Shenga, greinari m.a.:
“The scope of exploration will have to expand significantly. Unless we see a momentous transition in the global energy mix sooner than currently expected, or a much faster development pace than the current norm, upstream players may have to more than double their conventional exploration efforts in order to meet global oil demand through 2050."
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/01/07/gallery-thumbnail/1609979259042g4eiuwl.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald