Danska verjan hevur nú almannakunngjørt myndir av lekanum í Nord Stream gassleiðingunum. Ein leki var staðfestur í gjár, 24 kilometrar sunnan fyri Dueodda á Bornholm, og í morgun vóru tveir aðrir lekar staðfestir nakað longur frá landi í ein landnyrðing úr Bornholm.
Myndirnar hjá donsku verjuni vísa hvussu lekin skapar røring á yvirflatuni upp á ein góðan kilometur í diametur.
Danska sjóferðslustýrið hevur lýst bann fyri at sigla í einum øki nærri enn fimm fjórðingar frá lekunum. Tað er eisini sett bann fyri at flúgva í loftrúminum nærhendis lekarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald