2023-06-20 15:15
Tað er ikki ov nógv sagt, at Hetland er við at gerast eitt vindland - við sínum skjótt vaksandi tali av vindmyllum, ið skulu kolvelta alla orkuskipanina í oyggjunum í framtíðini.
Henda risastóra orkuverkætlanin sæst nú veruliga aftur í landslagnum, ikki minst úr erva.
Nú er komið so mikið væl áleiðis við vindmylnulundini hjá Viking Wind Energy í Hetlandi, at tær fyrstu 35 vindmyllurnar eru liðugt uppsettar. 50 aðrar eru um at verða klárar. Tilsamans skulu setast upp 103 vindmyllur og er málið at taka tær í brúk komandi ár. Hvør vindmylla skal framleiða 4,3 MW og svarar øll framleiðslan til elnýtsluna hjá nærum hálvari mió. húsarhaldum.
Tá vindmylnulundin fer undir fulla framleiðslu verður hon mett at vera ein tann einstaka á landi í heiminum, sum kann framleiða mestan streym. Myndin er frá Shetland Times og hevur John Coutts tikið myndina.
Føroyska ferðalagið, ið vitjaði Viking vindmylnulundina í Hetlandi í farna mánað.
Í farna mánað vóru umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna í Hetlandi, har tey eisini høvdu høvi við egnum eygum at síggja fyrstu vindmyllurnar, sum eru uppsettar og annars kunna seg gjølla við alla hesa óvanligu orkuverkætlanina. Í ferðlagnum var eisini føroyska sendikvinnan í London og umboð frá orkan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald