Í Hetlandi gera tey nú klárt til at seta upp 103 vindmyllur á landi.
Í hesum sambandi verður tørvur á flótandi hotelli til at hýsa mongu arbeiðsfólkunum, sum skulu arbeiða hjá Viking Energy, ið stendur fyri verkætlanini.
Her er talan um fólk frá donsku vindmylnufyritøkuni Vestas, sum er veitari av teimum meira enn 100 vindmyllunum.
Seinast tørvur varð á at leiga flótandi íbúðir til at hýsa arbeiðsfólki í Hetlandi var í 2015, tá stór gassútbygging fór fram í Sullom Voe.
Talan verður í byrjanini um 100 fólk, men tá mest er at gera fara 220 fólk at arbeiða við uppseting og liðuggerð av vindmyllunum. Nú í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypa elementini, sum vindmyllurnar skulu standa á.
Væntandi byrjar arbeiðið at seta vindmyllurnar upp í januar og februar og kemur í hæddina í mars sambært Shetland News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald