Uttanlands

Hetlendingar seta skjøtul á Rosebank útbygging við Føroyar

Fyrstu stigini til útbygging av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum verða nú tikin í Lerwick í Hetlandi.

Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi við ábyrgd fyri Rosebank útbyggingini við føroyska markið saman við Aud Hove, verktætlanarleiðara fyri útbyggingina. Mynd Shetland News.

Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi við ábyrgd fyri Rosebank útbyggingini við føroyska markið saman við Aud Hove, verktætlanarleiðara fyri útbyggingina. Mynd Shetland News.

2024-06-06 16:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska orkufelagið Equinor er nú av álvara farið undir  útbyggingina av eini tí størstu olju- og gassleiðini í Bretlandi, nevnd Rosebank. Í hesum sambandi vitjaði stjórin í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner í Hetlandi í vikuni fyri at kunna seg við tær arbeiðsuppgávur, sum felagið hevur avgjørt skulu fara fram í Hetlandi.

Rosebank keldan liggur 10 kilometrar eystan fyri føroyska markið og er teinurin til Hetlands nógv stytri enn til havnirnar á skotska meginlandinum. Tí hevur Equinor eisini valt júst havnina í Lerwick til at hýsa nógv av tí tunga tilfarinum, sum skal brúkast á Rosebank leiðini.

[object Object]Útgerð, sum verður sett á havbotnin eystan fyri føroyska markið. 

Shetland News skrivar, at fyrsta útgerðin, sum skal flytast víðari til Rosebank í sambandi við komandi boringar har komandi ár,  longu er komin til Hetlands. Millum hesa útgerðina er m.a. ein boriformur, sum nú verður goymdur á Greenhead útgerðarhavnini í Lerwick. Væntandi kemur meiri útgerð til havnina í næstum skrivar blaðið, sum vísir á, at Hetland kann eisini fáa ein týðandi leiklut í sambandi við  elektrifiseringina av framleiðslu- og goymsluskipinum (FPSO),Petrojarl Knarr, sum fer at taka sær av framleiðsluni seint í 2026. 

[object Object]Gassið frá Rosebank fer umvegis rørleiðingar til Sullom Voe gassverksmiðjuna í Hetlandi. 

Oljan frá Rosebank kemur ikki í land í Hetlandi eins og oljan frá øðrum leiðum eystan og vestan fyri Hetland men fer aðrar vegir á marknaðinum. Men øðrvísi er við gassinum, sum fer til Sullom Voe í Hetlandi, har Shetland Gas Plant skal viðgera gassið, áðrenn  tað fer víðari á svanga gassmarknaðin í Bretlandi. Stórur partur av orkunýtsluni í Bretlandi er gass, sum m.a. stavar frá økinum eystan fyri Føroyar.

Shetland News skrivar, at ein sendinevnd frá Equinor vitjaði havnina í Lerwick eins og vinnu- og handilsligar partnarar har í vikuni fyri har at kunna seg um umstøðurnar, nú útbyggingin av Rosebank kemur longur og nærkast framleiðslu um góð 2 ár.

Umboð fyri sendinevndina sigur sambært blaðnum, at tað er ikki møguligt í løtuni at siga nakað ítøkiligt  um fíggjarligar fyrimunir og ágóðar, sum  hetlendska samfelagið kann fáa burtur úr Rosebank útbyggingini og seinni framleiðslu. Kortini væntar Lerwick Port Authority, at útbyggingin fer at seta ringar í sjógvin í havnini, sum fer at goyma útgerð eins og standa fyri skipaflutninginum teir 130 kilometrarnar til Rosebank. Hini feløgini, sum kunnu væntast at fáa arbeiðsuppgávur í sambandi við útbyggingina eru m.a. Peterson SBS, GAC Shipping og  Lerwick Engineering and Fabrication (LEF).

Alt í alt fer Rosebank verkætlnain at geva arbeiði til 2000 fólk. Útbyggingin er mett at kosta 8 mia. pund og skal henda olju- og gassleiðin framleiða 300 mió. tunnur komandi 25 árini.

[object Object]

Lerwick ein strategisk havn fyri útbyggingina

Sambært skotska orkumiðlinum Energy Voice fer virksemið í Hetlandi í sambandi við Rosebank at vaksa sohvørt teir ymsu partarnir av hesi stóru verkætlan fara av bakkastokki.


[object Object]

Verkætlanarleiðarin fyri Rosebank, Aud Hove sigur sambært Energy Voice, at higartil eru tvær skipalastir komnar til Lerwick og tríggjar aftrat koma í summar. Síðani fer virksemi at halda fram í komandi ári, tá avmarkingarbrunnar skulu borast. Har eru longu níggju akker fest í havbotnin. Hon sigur, at fleiri akker koma aftrat í juni og juli og er ætlanin at kunna brúka Lerwick sum útgerðarhavn til goymslu av teimum stóru og tungu pørtunum  av verkætlanini, til tess at kunna vera so nær við oljuleiðina sum gjørligt.

Arne Gürtner, stjóri í Equinor sigur, at tey meta Lerwick at vera strategiskt av stórum týdningi fyri verkætlanina.

[object Object]

Spurdur um elektrifisering av framleiðsluskipinum Petrojarl Knarr sigur Arne Gürtner, at ætlanin er at skunda undir henda partin av verkætlanini til tess at kunna minka um útlátið. Ein møguleiki, sum er nevndur í sambandi við elektrifisering, er at leggja ein elkaðal frá Hetlandi til framleiðsluskipið. Enn er tó eingin avgerð tikin um tað.  Møguleiki er fyri at fáa streym frá Viking vindmylnulundini í Hetlandi, sum verður bundin í netið í ár. Arne Gürtner sigur víðari, at Equinor metir tað hevur alstóran týdning fyri orkutrygdina, at ein slík útbygging sum Rosebank verður gjørd.

-Vit skulu fara burtur frá oljuni, tá tíðin er búgvin til tess. Men til ta tíð er sera umráðandi at raðfesta verkætlanir sum Rosebank við minst møguliga útlátinum. Hon fer nevniliga  at hava nógv minni útlát enn verandi framleiðslur í Norðsjónum, og tí vildi tað verið skeiva gongdin, um útbyggingin bleiv steðgað. Røddir hava verið frammi í Skotlandi um at fáa dómstólarnar at steðga útbyggingini. 

[object Object]

Føroyar vóna at fáa part av køkuni

Nú Rosebank liggur so tætt við Føroyar er eisini hugsandi, at Equinor fyrr ella seinni fer at hyggja henda vegin eftir vørum og tænastum, kanska serstakliga eftir at framleiðslan er farin í gongd og  brúk verður fyri bæði bunkring, proviantering, flutningi, manningarskifti, umvælingum og øðrum uppgávum.

Tað var júst við hesum í huga, at FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) saman við Sjóvinnufelagnum fyrr í ár tók stig til at bjóða leiðsluni í Equinor í Bretlandi, sum hevur ábyrgd av Rosebank verkætlanini, at koma til Føroya.

[object Object]

[object Object]Stórur áhugi var fyri at hoyra um Rosebank verktætlanina á tiltaki í Havn. Her heilsar Equinor stjórin, Arne Gürtner uppá Ruth Vang, fíggjarmálaráðharra, sum varð við til stóra kunningartiltakið á Hotel Hilton. 

[object Object]

Undir vitjanini herfyri varð skipað fyri tiltaki fyri vinnu og myndugleikum, har greitt varð frá Rosebank verkætlanini eins og møguleikunum hjá føroyskari vinnu at veita vørur og tænastur til hesa verkætlan. Eisini vitjaðu Equinor-fólkini fleiri føroyskar fyritøkur, sum kunnu hugsast at vilja gerast partur av hesi stóru verkætlan. 

[object Object]Áhugavert er eisini at leggja merki til, at í sambandi við seinastu útbjóðingina til leiting á bretska landgrunninum nær Føroyum fingu stórorkufyritøkur sum Equinor, TotalEnergies og Shell fleiri nýggj loyvi, sum liggja framvið og nærhendis verandi oljufundunum Rosebank og Cambo. (Grøni og blái liturin). 

[object Object]Ein upplagdur føroyskur veitari til Rosebank er Atlantic Airways, sum hevur drúgvar royndir í offshorevinnuni í grannalagnum. Her greiðir Hans Erik Jacobsen, frá Atlantic Equinor fólkunum frá tænastunum felagið kann bjóða til virksemi nærhendis markið. Mynd Jan Müller

At Equinor hevur valt fyritøkur í Norra og Bretlandi at taka sær av teimum stóru og umfatandi uppgávunum í sambandi við sjósetingina av verkætlanini eru náttúrligt, men tað er hugsandi, at føroyskar fyritøkur kunnu koma meira inn í myndina, tá framleiðslan er farin í gongd við eitt nú at veita flutningstænastur í sambandi við manningarskifti, sum m.a. Atlantic Airways áður hevur latið frálandsvinnuni um okkara leiðir eins og nógvar aðrar tænastur so sum bunkring, proviantering, umvælingar oa.

[object Object]

Einasta ítøkiliga føroyska veitingin, sum er um at koma uppá pláss, er tann hjá Føroya Tele, ið ætlandi fer at veita fjarskiftistænastur til framleiðsluskipið. Tað ger Føroya Tele longu í dag til onnur oljufeløg eystan fyri markið so sum BP.  

[object Object]Equinor á fundi við leiðsluna í Føroya Tele, sum fer at gera sáttmála um fjarskiftissamband í næstum. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder