- Vit arbeiða í mongum ymiskum londum, har veðurlagið sum oftast er betri enn í Føroyum. Vit koma í nógvar og stórar havnir við alskyns útgerð og møguleikum. Kortini er besta kenslan at koma til Føroyar og koma í føroyska havn, tí her hoyri eg heima. Her er familja, vinir og reiðarí.
Samstundis má eg siga, at føroyska tænastustøðið til skip er sera gott og fult á hædd við útlendskar havnir – um ikki betri, sigur skiparin á frálandaskipinum Thor Magni, Fríði Danberg.
- Síðstu mánaðirnar hava vit arbeitt í Angola í Afrika og skulu nú arbeiða nakrar vikur í Norðsjónum. Vit komu ein stuttan túr til Føroyar og steðga her í tveir dagar. Her skifta vit ein part av manningini og gera onkur smávegis viðlíkahald. Síðani gongur leiðin í Norðsjógvin og seinni til Kanada, har skipið skal arbeiða í summar. Hetta er fimta summarið, skipið fer at arbeiða í Kanada.
- Vit eru væl nøgdir við skipið, sum eisini hevur riggað væl, sigur Fríði Danberg.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, men í frástøðu. Manningin fekk ymiskan lesnað og eina sangfløgu.
Skiparin gav sær tíð til prát, ein kaffimunn og myndatøku, saman við Eddie.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald