Uttanlands

IEA stjóri við OPEC: Økið um oljuframleiðsluna

Stjórin í altjóða orkustovninum vil hava OPEC at økja aftur um oljuframleiðsluna fyri at kunna nøkta skjótt vaksandi eftirspurningin úr Kina

Kina er stórinnflytari av ráolju

Kina er stórinnflytari av ráolju

2023-02-06 13:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað gongur upp og niður við oljuprísinum og somuleiðis við framleiðsluni av og eftirspurninginum eftir olju og gassi. Eftir avmarkað virksemi kring heimin m.a. vegna korona og nú eisini eftir russisku innrásina í Ukraina hevur Kina latið uppaftur mørkini eftir koronarestriktiónir, og tað fær nú eftirspurningin eftir olju og gassi í Kina at vaksa. Kina er í dag heimsins størsti innflytari av ráolju og heimsins næststørsti innflytari av gassi.

Nú verður gitt, at vit fara at síggja ein stóran vøkstur í kinverska eftirspurninginum. Hetta hevur fingið stjóran í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol at heita á OPEC londini um møguliga at økja aftur oljuframleiðsluna sambært Reuters. Hann roknar við, at umleið helvtin av vøkstrinum í altjóða oljueftirspurninginum fer at koma úr Kina. Hann vísir eisini á, at kinverski eftirspurningurin eftir brennievni til flogfør er farin upp í loft, nakað, sum aftur fer at leggja trýst á eftirspurningin.

“Um eftirspurningurin fer at økjast nógv, og um kinverski búskapurin fer at koma fyri seg aftur, so fer tað eftir míni hugsan at vera tørvur á, at Opec+ londini umhugsa sína framleiðslu”, segði Birol. Hann vónar, at Opec fer at fylgja gongdini í eftirspurninginum. 

IEA metir, at efftirspurningurin eftir olju í 2023 fer at liggja á 101,7  mió. tunnur um dagin. Tá verður vøksturin frá í fjør uppá 1,9 mió. tunnur um dagin. 

Sunnudagin kom EU boykott av diesel úr Russlandi í gildi. Í løtuni er oljuprísurin umleið 80 dollarar fyri tunnuna. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder