Uttanlands

IEA stjórin ávarar Russland

Avmarkingar í russiskum gassi til Evropa kann so sanniliga eisini raka Russland

Stjórin í altjóða orkustovninum heldur tað kann raka russiska búskapin hart, um landið ger álvara av at avmarka gassútflutningin til ES

Stjórin í altjóða orkustovninum heldur tað kann raka russiska búskapin hart, um landið ger álvara av at avmarka gassútflutningin til ES

2022-02-12 14:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum prísirnir á bæði gassi og olju á heimsmarknaðinum eru methøgir, verður gassvápnið eftir øllum at døma brúkt frá báðum síðum í kreppuni, sum hevur tikið seg upp millum Russland og Vesturheimin um Ukraina.

Stjórin í IEA, International Energy Agency, Fatih Birol, vísir nú á, at avmarking av russiskum gassútflutningi til Evropa kann raka Russland sjálvt. Tað kann fáa álvarsligar búskaparligar avleiðingar fyri Russland, antin Russland sjálvt ger av at steðga gassøluni til Evropa ella Evropa rætt og slætt gevst at keypa russiskt gass.

ES lond bera ótta fyri avleiðingum fyri gassinnflutninginum úr Russlandi, um Vesturheimurin við USA á odda ger av at seta nýggjar sanktiónir í verk móti Russlandi. Hesin óttin hevur longu fingið ES lond at leita eftir nýggjum veitaralondum.

IEA stjórin sigur í samrøðu við The Guardian, at Russland spælir við eld, um tað heldur fram at brúka gasssøluna til Evropa sum hóttan, tí tá fer sama Evropa at missa álitið á Russlandi sum orkuveitari og gevast við at dúva uppá russiskt gass uppá longri sikt. Slík gongd kann fáa Evropa at broyta orkupoltikkin, soleiðis at londini  í størri mun kunnu klára seg uttan russiskt gass.

At USA hóttir við at seta forboð fyri gassi úr Nord Stream 2 rørleiðingini fyllur eisini nógv í orkukjakinum. Tað eru tó eisini røddir frammi um, at líka mikið, hvat Vesturheimurin ger fyri at brúka gassvápnið móti Russlandi, so hevur Russland fleiri aðrar møguleikar fyri at sleppa av við sítt gass. Her er Kina ein týðandi leikari og hava leiðararnir í Russlandi og Kina júst gjørt semju um, at Kina skal keypa meira gass úr Russlandi.

Til orkuorðaskiftið hoyrir eisini, at avgerðin hjá londum í Vesturheiminum at stongja kjarnorkuverk og kolaorkuverk, uttan at hava tryggjað sær nóg mikið av varandi orku,  er við til at gera bindingarnar til Russland og tess gass enn størri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder