Hóast korona og lágar oljuprísir tykist íløguhugurin í norskari olju- og gassvinnu at vaksa. Sambært norska hagtalsstovninum SSB, fara íløgurnar í norsku olju- og gassvinnuni í 2021 at vaksa við 12% til 166 mia. norskar kr. í mun til seinastu metingarnar. Í metingunum, sum vórðu gjørdar í august, vóru íløgurnar settar til 149 mia. kr. Kortini er talan um eina stóra minking frá 2020. Íløgumetingin fyri alt 2020 er 183 mia. norskar kr. Hetta hevur avleiðingar við sær fyri norska búskapin uppá stytri sikt og fyri oljuframleiðsluna, sum eru mett at minka í 2021 men kortini minni enn mett seinastu mánaðirnar.
SSB sigur eisini, at íløgur í útbyggingar av olju- og gassfeltum í 2021 eru mettar til 63 mia. norskar kr, sum er 27% hægri enn í seinastu frágreiðingini frá stovninum. Ein partur av økingini stavar tó frá, at útbyggingar verða dýrari enn hildið. Eisini eru onkrar útbyggingar, sum vórðu settar til 2022, framskundaðar til 2021.
Ein orsøk til vaksandi íløguhugin hjá oljufeløgum, sum arbeiða á norska landgrunninum, stavar eisini frá, at norska stjórnin hevur broytt skattaskipanina, soleiðis at oljufeløgini skulu gjalda minni í skatti av framleiðsluni í framtíðini. Hetta verður nettupp gjørt fyri at menna íløguhugin aftur, eftir at hann kavaði í sambandi við korona og harvið lækkandi eftirspurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald