Innanlands

Ingilín Strøm: - Mugu geva vatnnýtslu størri ans

-Tørvurin á og nýtslan av vatni í Føroyum veksur, og tí noyðast vit at miðsavna fyrisitingina við reglum fyri  vatnnýtslu.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum saman við Manuel Sapiano, stjóra í orku og veðurlagsfyrisitingini á Malta og Steven Myers, ráðharra í orku- og veðurlagsmálum á Prince Edward Island í Kanada. Mynd Jan Müller

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum saman við Manuel Sapiano, stjóra í orku og veðurlagsfyrisitingini á Malta og Steven Myers, ráðharra í orku- og veðurlagsmálum á Prince Edward Island í Kanada. Mynd Jan Müller

2024-09-09 11:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum á stóru oyggjar-vatnráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Hetta skal gerast m.a. við tí fyri eygað at tryggja eina høga góðsku fyri borgararnar. Eisini til tess at kunna regulera atgongdina hjá orkuframleiðarum eins og hjá vinnuni.

[object Object]

Ingilín Strøm helt fyri, at tað er tí tørvur á at vísa vatnspurninginum sum heild størri ans. Fyri at røkka hesum máli er tørvur á nýggjari lóggávu.

[object Object]

-Smærri oyggjar kunnu vísa vegin, hvussu vit handfara tær stóru avbjóðingarnar. At vit hava kunnað verið saman her í Føroyum og varpað ljós á henda so týðandi spurningin um vatn, hevur latið eyguni upp fyri týdninginum av feskvatni hjá mongum av okkara borgarum eisini.  At hetta er nakað vit eiga at raðfesta framyvir. Við slíkari ráðstevnu kunnu læra av øðrum segði Ingilín Strøm.

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder