Uttanlands

Iran gjørt avtalur við Pakistan og Tailand um sigling gjøgnum Hormuzsundið

Indonesia tosar eisini við Iran um at loyva indonesiskum skipum at sigla gjøgnum sundið

(Hormuzsundið (Savnsmynd)

(Hormuzsundið (Savnsmynd)

2026-03-29 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir

Iran hevur gjørt avtalu við Pakistan og Tailand um loyvi at sigla gjøgnum Hormuzsundið.

Undir krígnum í Iran, sum byrjaði fyri einum mánað síðani, hevur Hormuzsundið, sum umleið ein fimtingur av oljuni í heiminum verður flutt ígjøgnum, í roynd og veru verið stongt fyri skipaferðslu orsakað av vandanum fyri iranskum álopum.

Men Iran fer nú at loyva 20 pakistanum skipum afturat - tvey um dagin - at sigla gjøgnum sundið, og Tailand sigur seg eisini hava fingið loyvi at sigla gjøgnum sundið.

Hvussu nógv tailendsk skip talan er um, og nær hetta kemur í gildi, er ógreitt, skrivar Ritzau.

Úr Indonesia verður sagt, at "jaligar tingingar" hava verið um loyvi at sigla gjøgnum Hormuzsundið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald