2023-06-19 13:05
Leiðarin fyri landsins mjólkaframleiðarar, Pat McCormack, sigur við tíðindamiðilin DPA, at samrøður eru millum landsins mjólkabøndurnar og umboð fyri írsku stjórnina um at taka 200.000 neyt av.
Hann sigur, at ger stjórnin av at seta í verk hesa ætlanina, so má hon eisini leggja eina fíggjarætlan fram fyri at fíggja tiltakið. Hann leggur tó dent á, at tiltakið má vera sjálvboðið.
Ein talsmaður fyri landbúnaðarmálaráðið sigur sambært NTB, at bøndurnir fara at fáa eitt sera gott fíggjarligt tilboð, um teir sjálvbodnir vilja luttaka í ætlaðu verkætlanini.
Írska umhvørvismálaráðið kunnaði herfyri um, at Írland fer at vera komið væl áleiðis at røkka sínum veðurlagsmálum. Eitt av hesum er at skerja útlátið í landbúnaðinum við millum 4 til 20% innan 2030. Tilsamans skal Írland skerja útlátið við 30% samanborið við støðið í 2005.
Landbúnaðurin í Írlandi, sum m.a. fevnir um 2,5 mió. neyt, stendur fyri nærum 40% av samlaða CO2 útlátinum í Írlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald