2022-08-03 14:37
Í dag er fundur í OPEC+ felagsskapinum, har framleiðslan komandi tíðina er á skránni. Higartil hevur felagsskapurin hildið fast um eina øking hvønn mánað uppá 400.000 tunnur av olju og hevur ikki viljað økt um hesa, hóast hetta hevur verið eitt ynski hjá Joe Biden forseta, sum framhaldandi hevur trupulleikar við høgu bensinprísunum.
Bloomberg skrivar, at orkueygleiðarar eru sera ivassamir, um Opec fer at broyta sín framleiðslupolitikk á fundinum í dag og harvið ganga amerikanska forsetanum á møti. Roknað verður við, at felagsskapurin fer at halda fram á somu kós enn eitt tíðarskeið. Møguliga kann vera talan um smærri broytingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald