Innanlands

Jacob Vestergaard á oljumessu í Noregi

Fer at kunna seg um norsku oljuvinnuna eins og at kunna norðmenn um føroyska oljuleiting.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum og við ábyrgd av oljuvinnu og oljuleiting ætlar sær ikki at sita hendur í favn og bíða eftir, at tingini henda. Tað líkist ikki honum.  Bert fáar mánaðir eftir setan fer hann nú út á kanningar- og kunningarferð til Noregs, og í september gongur leiðin til Aberdeen. Mynd Jan Müller

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum og við ábyrgd av oljuvinnu og oljuleiting ætlar sær ikki at sita hendur í favn og bíða eftir, at tingini henda. Tað líkist ikki honum. Bert fáar mánaðir eftir setan fer hann nú út á kanningar- og kunningarferð til Noregs, og í september gongur leiðin til Aberdeen. Mynd Jan Müller

2026-08-23 13:44 Author image
Jan Müller
Tá altjóða oljumessan og ráðstevnan ONS verður sett mánamorgun í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger, er ein av gestunum eingin minni enn Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum. Nú hann er nýggjur í hesi vinnuni heldur hann tað vera rætt av sær at lodda dýpið í hesi risastóru altjóða vinnu. 

-Eg havi tikið hetta stigið, tí hóast vit vilja gerast meira grøn, so er tað ein sannroynd, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat. Norðmenn hava kanska betri enn nakar annar megnað at menna hesa vinnuna sera skilagott, bæði tá talan er at fáa eina lønandi vinnu burtur úr eins og at verja náttúruna og umhvørvið og ikki minst at framleiða við minst møguligum útláti. Tað kunnu vit læra nógv av, nú vit vónandi fara undir aftur at leita eftir olju og gassi í okkara undirgrund. 

[object Object]
Á ONS messuni fer landsstýrismaðurin at vitja feløg, sum arbeiða í stóru norsku oljuvinnuni.

Vestergaard heldur, at kunnu norðmenn hjálpa okkum at finna oljuna og gassið í føroysku undirgrundini, tá kunnu vit geva okkara íkast til orkutrygdina í Evropa, har nettupp Norra gongur á odda. -Mín ætlan við vitjanini er eisini at greiða bæði oljufeløgum og myndugleikum frá møguleikunum at finna olju í Føroyum, nú gransking og kanningar hjá Jarðfeingi geva ábendingar um, at sannlíkindi eru fyri at finna nógva olju og gass í undirgrundini. 

[object Object]
ONS fevnir eisini um ráðstevnu, har dagsins mest átrokandi orkumál sum heild verða umrødd. Eisini har fer landsstýrismaðurin at verða til steðar. 

Landsstýrismaðurin heldur, at okkara kanningar saman við teimum fundum, sum longu eru gjørd í bretskum øki við markið, eiga at geva okkum vónir um, at tað ganga kanska ikki so mong ár, áðrenn oljan spríkir upp úr føroysku undirgrundini. 

Tá vit minna hann á, at norsk feløg hava verið her áður og rýmdu aftur, sigur landsstýrismaðurin, at nógv er broytt síðani leitingin helt uppat fyri góðum 10 árum síðani bæði viðvíkjandi tøkniligari menning, oljuprísinum og økta eftirspurninginum í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina og nú eisini stríðnum í Miðeystri. 

Flestu av mest framstandandi vinnulívsfólkunum í norsku oljuvinnuni vera hjástødd, tá ONS verður sett. Og eisini politikarar m.a. norski orkumálaráðharrin og hugsast kann, at føroyski landsstýrismaðurin fer at hitta norska starvsbróðurin og helst eisini leiðandi fólk í vinnuni. Við á ferðini til Noregs eru eisini umboð fyri Jarðfeingi.

Orkan.fo hjá Portalinum er eisini umboðað og fer at siga frá tí seinasta nýggja í vinnuni komandi vikuna.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald