Innanlands

Jarðfeingi borar nú CO2 hol

Hetta er partur av stórari granskingarverkætlan "Føroyar sum CO2 goymsla" at kanna møguleikarnar at brúka basaltið í føroysku undirgrundini til goymslu av CO2

Borivognur hjá Jarðhita borar her djúpasta holið hjá felagnum higartil í Føroyum nærhendis Førka. Myndir Jan Müller

Borivognur hjá Jarðhita borar her djúpasta holið hjá felagnum higartil í Føroyum nærhendis Førka. Myndir Jan Müller

2025-05-07 18:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Boringin byrjaði í vikuni og verður liðug í dag. Hon er partur av einum samstarvi millum Equinor, 44.01 og Jarðfeingi, sum stendur fyri sjálvari verkætlanini. Borað verður niður á 500 metra dýpi á økinum hjá Førka, og tað er felagið Jarðhiti, sum stendur fyri boringini. Endamálið er at kanna góðskuna á goymslum í undirgrundini í økinum kring Førka.

[object Object]Ørvur Heinesen, stjóri í Jarðhita saman við svenska boraranum við boriholið nær Førka. Mynd Jan Müller

Talan er um at finna fram til, um føroyska basaltið er vælegnað til goymslu av CO2. Kanningar higartil eru sera jaligar og vísa, at føroyska undirgrundin kann vera vælegnað til at loysa nakrar av stóru trupulleikunum, sum eru knýttir at vaksandi nøgdini av CO2 í umhvørvinum.

[object Object]

Tað er felagið Jarðhiti, sum tekur sær av hesi spennandi uppgávuni fyri Jarðfeingi. Ørvur Heinesen, stjóri í felagnum, sum hevur staðið fyri nógvum jarðhitaboringum seinastu árini, sigur, at hetta er tað djúpasta holið teir hava borað higartil.

Teir taka so upp tilfarið frá boriholinum við millumbilum, sum Jarðfeingi so fær til at kanna. Eftir boringina fara fólk frá Jarðfeingi og serkønum útlendskum felag at lora kanningartól niður í holið og har gera ymsar mátingar, sum so skulu brúkast víðari í komandi kanningararbeiðinum, ið m.a. verður stuðlað av ES.

[object Object] 

Í sambandi við hesa stóru DecarbFaroe verkætlanini, sum í høvuðsheitum snýr seg um fangan og goymslu av CO2, varð skipað fyri verkstovu á Jarðfeingi fyrr í ár við luttøku av bæði vinnuni og myndugleikum. Við vóru umboð fyri IRF, SEV, Brennistøðina í Havn, Bakkafrost, Umhvørvismálaráðið, Vinnumálaráðið og FOÍB.

[object Object]Umboðið fyri Equinor, sum saman við Óluvu Eidesgaard á Jarðfeingi, stendur fyri kanningararbeiðinum. Her saman við stjóranum á Jarðhita. 

[object Object]CO2 boringin verður gjørt í hesum økinum nærhendis Førka og ídnaðarøkinum á Sundi og stóra SEV verkinum. Ber til at ímynda sær, at eitt slíkt borihol í framtíðini kanska kann taka sær av øllum útlátinum frá eitt nú SEV verkinum?  


Herfyri hevði Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi fyrilestur um m.a. hesa spennandi verkætlanina á Umhvørvisviku á Tvøroyri undir heitinum: “Føroyar sum CO2 goymsla”.

[object Object]Frá framløguni hjá Óluvu Eidesgaard, jarðfrøðingi á Tvøroyri herfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder