Innanlands

Jarðfeingi: Rosebank kann fáa týdning fyri Føroyar

-Feløgini handan Rosebank kolvetnismiðið, umframt onnur feløg eisini, fara at hyggja eftir møguleikunum fyri kolvetni í grannlagnum av Rosebank, herundir í føroyskum øki, sum liggur minni enn 10 kilometrar frá feltinum sigur stjórin á Jarðfeingi. 

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi heldur, at útbyggingin av Rosebank kelduni so tætt við Føroyar kann fáa stóran týdning fyri føroysku orkuframtíðina. Mynd Jan Müller

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi heldur, at útbyggingin av Rosebank kelduni so tætt við Føroyar kann fáa stóran týdning fyri føroysku orkuframtíðina. Mynd Jan Müller

2023-09-27 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú bretskir myndugleikar hava givið endaligt loyvi til útbygging av risastóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar og orkufeløgini Equinor og Ithaca Energy hava tikið avgerð um at gera stóra íløgu í verkætlanina er væl hugsandi, at henda nýggja gongdin á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar eisini kann fáa týdning fyri roydirnar at fáa feløg at taka uppaftur leitingina eftir kolvetnum í føroyskum øki. 

[object Object]

Jarðfeingi hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika fleiri útbjóðingarumfør til oljuleiting eins og kanna og greina tilfar og data um føroysku undirgrundina. Her nakrir av serfrøðingunum á Jarðfeingi til eina oljumessu saman við táverandi oljuráðharranum, Poul Michelsen. Tað var eisini í hesum sambandi, at hann sum landsstýrismaður tók stig til at ajourføra skattatreytirnar til oljufeløg við at avtaka royalty uppá 2%, til tess at skapa beri fortreytir fyri oljufeløg at gera íløgur her. Mynd Jan Müller


Tað heldur í hvussu er stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, sum stendur á odda fyri fyrireikingunum til framtíðar leiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum. Hann sigur í eini viðmerking til tíðindini í morgun um Rosebank:

-At Rosebank er góðkent at fara undir framleiðslu av gass og olju merkir í fyrsta lagi, at Bretland metir tað framvegis er neyðugt at framleiða kolvetni í Evropa, og ikki bara lata londini í miðeystri standa fyri at veita marknaðinum hesa framvegis alneyðugu vøru. Og heldur fram:

-Tað er vanligt, at feløg fara at leita eftir sjálvt smærri kolvetnismiðum nær eitt størri felt, so íløgan í infrastrukturin verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Hetta merkir, at feløgini handan Rosebank kolvetnismiðið, umframt onnur feløg eisini, fara at hyggja eftir møguleikunum fyri kolvetni í grannalagnum av Rosebank, herundir í føroyskum øki, sum liggur minni enn 10 kilometrar frá feltinum.

[object Object]

Her síggja vit økið, sum Jarðfeingi vegna Føroya bjóðar oljufeløgunum til at leita eftir kolvetnum. Her sæst eisini, hvussu tætt við føroyska landgrunnin keldurnar bretsku megin liggja. 

[object Object]

Framleiðsluskipið Knarr, sum nú verður gjørt klárt til at framleiða olju og gass skamt frá føroyska markinum. Hm. pallurin, sum fer at framleiða á Cambo feltinum, uppaftur nærri markinum, tá tann útbyggingin verður góðkend.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder