Uttanlands

Johan Castberg lykil til oljuframtíð í Barentshavi

Í morgun tók Terje Aasland, norski orkuráðharrin stóru oljukelduna Johan Castberg alment í nýtslu

Norski orkuráðharrin Terje Aasland tekur Johan Castberg oljukelduna í Barentshavinum alment í nýtslu (Mynd Equinor)

Norski orkuráðharrin Terje Aasland tekur Johan Castberg oljukelduna í Barentshavinum alment í nýtslu (Mynd Equinor)

2025-08-08 18:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er fyrsta stóra oljukeldan hjá Equinor, sum verður tikin í nýtslu í Barentshavinum. Hon fer at tryggja norska framleiðslu í mong mong ár og fer eisini at verða lykilin til tess at kunna taka í nýtslu fleiri aðrar komandi keldur í grannalagnum, sum tá kunnu binda í Johan Castberg.

-Stjórnin ætlar at menna olju- og gassvinnuna, og tá er Baretnshavið av stórum týdningi segði Terje Aasland og vísti á, at Johan Castberg er næststørsta framleiðandi keldan á norska landgrunninum. Keldan hevur stóran týdning, tá tað ræður um at byrgja upp fyri annars minkandi framleiðsluni eftir 2030.

Útbyggingin av Johan Castberg kelduni hevur longu verið við til at útvega norskum ídnaði stórar uppgávur. Norsk vinna hevur staðið fyri umleið 70% av veitingunum, og nú keldan er komin í gongd við framleiðslu, verður norski luturin 95%. Eisini hevur tað stóran týdning fyri Norðurnorra, at stórur partur av manningini umborð á framleiðsluskipinum eru harbúgvandi norðmenn.

[object Object]Tað verður eitt FPSO skip av hesum slagnum, sum Equinor skjótt fer at taka í nýtslu nærhendis Føroyum. 

– Castbergkeldan er eitt gott dømi um, hvørjar positivar avleiðingar framleiðsla til havs kann hava fyri fólk á landi. Við Johan Castberg eru nú tríggjar leiðir í Barentshavinum farnar undir framleiðslu. Hetta gevur nógv verandi arbeiðspláss í økinum segði ráðharrin. 

Castberg keldan liggur 240 kilometrar norðan fyri Hammerfest og er tann oljuleiðin, sum liggur norðast í norskum øki. Hinar leiðirnar eru Snøhvit og Goliat. Enn eitt stórt fund, Wisting er í løtuni á tekniborðinum.

[object Object]

[object Object]Oljuvinnan otar seg longur og longur norðureftir í Barentshavinum, sum fer at vera lykilin til at varðveita støðu Noregs sum størsti oljuframleiðarin í Evropa. Grundarlagið undir hesi menning er verandi og komandi undirstøðukervið í økinum. 


Roknað verður við, at Castberg keldan goymir 450 til 600 mió. tunnur av olju og fer at framleiða í 30 ár. Hóast keldan alment varð tikin í nýtslu í dag, so hevur hon framleitt í fýra mánaðir. Tvey tangaskip um vikuna eru farin til lands við oljuni, hvør last við einum virði uppá hálva mia. kr.

Við Castberg ber til at siga, at latið er upp fyri einum nýggjum olju- og gasslandsluti á norska landgrunninum. Ætlanin er at halda fram við leitingini í økinum komandi árini.

[object Object]

Norra er størsti framleiðari og einasti nettoframleiðari av olju og gassi í Evropa og fer Castberg at vera við til at varðveita støðuna hjá Norra sum ein av høvuðsveitarunum av olju og gassi til Evropa í framtíðini. Og samtíðis undir orkutrygdini í Evropa segði orkuráðharrin í síni upplatingarrøðu. Umframt Equinor, sum eigur 46.3% av feltinun, eiga Vår Energi 30% og Petoro 23,7%.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder