Oljuprísurin hevur verið støðugt vaksandi seinastu tíðina, og nú hevur kavaódn í USA fingið prísin at hækka til omanfyri 65 dollarar fyri tunnuna. Kuldi og kavi serstakliga í suðurstatunum so sum Texas hevur lagt 40% av amerikonsku olju- og gassframleiðsluni lamna. Hetta er hægsti prísurin í meira enn eitt ár.
Avleiðingin av kalda veðrinum er, at amerikanska oljuframleiðslan er minkað við meira enn 4 mió. tunnum um dagin. Greinarar vilja vera við, at USA í ár og næsta ár fer at innflyta aftur olju til egna nýtslu. Amerikonsku oljugoymslurnar eru eisini minkaðar við 6 mió. tunnum skrivar Energy Voice.
Oljuprísurin er longu hækkaður 25% í ár. Hetta fær greinarar at halda, at Saudi Arabia longu frá apríl fer at hækka framleiðsluna aftur. Opec+ londini møtast aftur á fundi í mars at viðgera støðuna. Orkuráðharrin í Saudi Arabia mælir limalondunum til at vera varin og ikki leypa framav við í ótíð at økja aftur um framleiðsluna, nú avmarkingarnar hava havt so stóran prísvøkstur við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald