Økið á landgrunninum millum reyðu og svørtu linjurnar er tøkt til oljuleiting undir "Open Door" skipanini. Sambært landsstýrismanninum er stórur áhugi millum oljufeløg fyri framtíðar leiting. Kort: Jarðfeingi jf.fo
Nú danska stjórnin saman við øðrum flokkum á Fólkatingi hevur avgjørt at steðga nýggjari leiting í Norðsjónum og at gevast heilt við olju- og gassframleiðslu í 2050, hevur útvarpið hjá Kringvarpinum spurt landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru á oljuøkinum í Føroyum. Til tað sigur Helgi Abrahamsen, sum umsitur oljumál í landsstýrinum:
"Hyggja vit eftir øllum heiminum í dag, so brúkar hann meira og meira olju. Tað síggja summi sum nakað negativt, tí so fer man ikki yvir til grøna orku. Tað veldst eisini um, hvat alternativið er. Stórur partur av heiminum brúkar kol, sum dálkar nógv verri enn olja. At fara frá koli til olju er eitt stórt framstig á tí grønu leiðini. Men alt í alt er tað bara ein spurningur, um oljan verður útvunnin á okkara leiðum ella aðrastaðni. Heimurin skal nokk brúka olju í mong ár aftrat."
Hann vísir eisini á, at oljan er ein stórur vinnuvegur fyri okkum og heldur avgjørt, at tað er rætt fyri okkum í Føroyum at vera við í oljuleiting og oljuframleiðslu, sjálvt um vit fara yvir til grøna orku.
Hvat framtíðini viðvikur, so vísir landsstýrismaðurin á, at viðhvørt hevur tú hesi leitiumførini og ger man tá stór reklamuátøk fyri at fáa oljufeløg henda vegin. Tað er tó einki slíkt í løtuni, men ístaðin hava vit eina “Open Door” skipan, tvs. at dyrnar standa opnar fyri oljufeløgum, sum vilja leita her.
Vælkomin at koma til Føroya at leita
"Hevur onkur hug til at bjóða seg fram at leita her, so eru tey vælkomin henda vegin. Og tað eg fái at vita frá Jarðfeingi er, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri føroyska økinum. Tað er nógv olja og gass funnið eystan fyri Føroyar í bretskum øki, og tað er sera stórur áhugi hjá teimum oljufeløgunum, ið har arbeiða, fyri føroyska økinum eisini. Eg ivist tí ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, til onkur bankar uppá."
Helgi Abrahamsen sigur víðari, at tá vit tosa um grøna orkuskiftið, so hava vit nevnt tann møguleikan, at um onkur vil leita eftir olju í Føroyum og kanska finnur olju, tá kunnu vit seta sum treyt, at finnur onkur olju, so kann tað vera ein treyt fyri at framleiða nakað her, at umsøkjarin skal vera við til at fíggja so og so nógv til grøna orkuskiftið hjá føroyingum. Uppá tann mátan kann man knýta grøna orkuskiftið aftrat oljuni, so tað er avgjørt ein møguleiki sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið.
Vinnuvegur vit eiga at troyta
Uppá fyrispurning um vit hava nakað at missa í Føroyum við at steðga leitingini nú, sigur landsstýrismaðurin, at tá leitað verður eftir olju, skapar tað nógvar ringvirkningar í Føroyum.
"Tað hava undanfarnu leitiumførini víst. Pluss tað at verður oljan funnin, so er tað nógv man missur. Vt skulu síggja tað í mun til, hvat annars hevði
verið og ikki, hvat støðan er í dag. So tað er avgjørt ein stórur vinnuvegur, sum eg haldi vit í Føroyum eiga at troyta."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald