2022-08-25 10:59
Longu í komandi viku letur eitt av stóru kolaorkuverkunum uppaftur í Týsklandi, Heyden 4. Talan er um orkuverkið Í Petershagen nærhendis Hannover og kann tað framleiða 875 Megawatt. Tað lat upp í 1987 men varð stongt í sambandi við royndirnar hjá týsku stjórnini at fremja grøna orkuskiftið. Tað hevur øll hesi seinastu árini virkað sum eyka trygd uttan tó at framleiða orku.
Mánadagin 29. august letur Uniper, finska fyritøkan, sum eigur verkið, upp fyri framleiðslu. Væntandi fer tað at framleiða fram til 30. apríl komandi ár.
Avgerðin at lata uppaftur kolaorkuverkið kemur eftir russisku innrásina í Ukraina. Týskland ber ótta fyri, at Russland fer heilt at stongja fyri gassveitingunum til landið.
Møguleiki er eisini fyri, at orkuverkið fer at halda fram við framleiðsluni í enn eitt ár aftrat til tess at tryggja Týsklandi nóg mikið av eyka orku. Umframt kol fer eisini brúnkol og olja at vera partur av veitingartrygdini.
Ætlanin hevur annars verið at stongja kolaorkuverkið heilt, men nú veitingartrygdin er komin í vanda, hevur týska stjórnin gjørt greitt, at verkið kemur undir lógina um veitingartrygd.
Støðan í Týsklandi er vorðin so mikið álvarslig í sambandi við komandi veturin, at eisini onnur kolaorkuverk fyrireika seg til at lata uppaftur.
Støðan er spent, tí hóast kolagoymslurnar verða 95% fullar í november, so er tað einans nóg mikið til nýtslu í 2,5 mánaðir. Verður minkað enn meira um gassveitingina úr Russlandi í vetur, gerst støðan uppaftur verri. Í løtuni letur Russland einans 20% av tí gassi, sum tað vanliga veitir Týsklandi.
Týski kanslarin Olaf Sholtz hevur júst verið á vitjan í Kanada og gjørt avtalu við stjórnina har um at lata Týsklandi LNG gass og vetni, sum aftur skal forða fyri avleiðingunum av minkandi gassveitingini úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald