Skeiðið er ætlað fyritøkum, sum vilja hava betri innlit í egið útlát og vilja brúka CO₂-roknskap sum amboð í arbeiðinum við burðardygd. Hetta skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.
Á skeiðnum verður greitt frá, hvussu ein CO₂-roknskapur verður settur upp, og hvussu fyritøkur kunnu nýta ókeypis CO₂-roknaran hjá Umhvørvisstovuni. Dentur verður lagdur á at gera arbeiðið skiljandi og yvirkomiligt; eisini fyri fyritøkur, sum ikki áður hava arbeitt við CO₂-roknskapi.
Luttakarar fáa eisini høvi at gera sín egna CO₂-roknskap á staðnum fyri vav 1 og vav 2, sum fevnir um útlát frá egnum olju-, fjarhita- og elnýtslu. Endamálið er, at fyritøkurnar fara heim við einum ítøkiligum yvirliti yvir egið útlát og einum betri grundarlagi fyri framtíðar átøk.
Fyri nógv kann fyrsta stigið í CO₂-roknskapi tykjast torført. Við hesum skeiðnum vil Vinnuhúsið lækka gáttina og vísa, at arbeiðið kann skipast á ein einfaldan og skipaðan hátt, og at smá stig eisini kunnu hava stóran týdning.
Nær: Týsdagin 24. februar kl. 14.00–15.30
Hvar: Í Vinnuhúsinum
Umhvørvisstovan og CO2 roknari
Eisini Umhvørvisstovan umrøður CO2 roknara á síni heimasíðu í hesum døgum og vísir á, alt fleiri føroyskar fyritøkur rokna egið útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi. Nú vit eru komin inn í 2026 er tíðin komin til at gera upp CO2-útláti fyri 2025. Til hetta endamál gevur Umhvørvisstovan út CO2-roknaran fyri 2025.
CO2-roknarin er eitt rokniamboð – ein excel-fíla – sum er á føroyskum og lagaður til føroysk viðurskifti. Hetta ger tað lættari hjá fyritøkum at rokna út sítt CO2-útlát.
CO2-roknarin fyri 2025 er ein dagførd útgáva av roknaranum frá í fjør. Allir útlátsfaktorarnir eru dagførdir, og smærri ábøtur eru gjørdar, serliga við myndum og orðingum.
Vegleiðing um CO2-roknaran, sum varð útgivin í fjør, er eisini dagførd. Í vegleiðingini kann brúkarin lesa seg fram til, hvussu roknarin skal brúkast og útfyllast. Brúkarin er vanliga eitt starvsfólk, hvørs uppgáva er at gera upp CO2-útlátið hjá síni fyritøku. Vegleiðingin er eitt hjálparamboð til at brúka afturat CO2-roknaranum.
Umhvørvisstovan og Vinnuhúsið hava samstarvað um vegleiðingina, sum vit útgeva í felag.
Bæði CO2-roknarin fyri 2025 og dagførda Vegleiðingin um CO2-roknaran eru tøk her á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni
Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, [email protected]. Vit vegleiða fegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald