Uttanlands

Lagnutíð fyri bretska oljuframtíð – og føroyska

Umsókn frá Equinor um at halda fram við útbygging av Rosebank oljukelduni við føroyska markið nú til almenna hoyring

2025-10-18 19:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska orkufelagið Equinor hevur nú sent bretsku myndugleikunum endurskoðaða umhvørvisumsókn til framhaldandi útbygging av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank, skamt frá føroyska markinum.

Sambært reglunum skal umsóknin nú liggja til almenna hoyring í ein mánað. Eftir tað fer orkuumsitingin hjá bretsku stjórnini at taka endaliga støðu til umsóknina, tvs. um Eqinor kann halda fram við útbyggingini og fara undir framleiðslu í seinnu helvt av 2026. Talan er um eina ta størstu olju- og gasskelduna í Bretlandi. 

Annars hevði undanfarna stjórnin longu givið loyvi til útbygging í 2023. Hetta vóru umhvørvisfelagsskapir ikki nøgdir við og fóru í rættin í Skotlandi fyri at steðga útbyggingini. Har fingu teir lutvíst viðhald, tá dómararnir søgdu, at verandi loyvi til útbygging varð ólógligt, tí útlátið frá nýtslu av olju og gassi  ikki varð tikið við - einans tað frá framleiðsluni.

Kortini loyvdi dómurin Equinor at halda fram við útbyggingini men álegði felagnum at senda nýggja umhvørvisumsókn til myndugleikarnar, sum eisini fevnir um útlát frá sjálvari nýtsluni av olju og gassi.

[object Object]

Umsókn til almenna hoyring

Tað er so hetta, sum er hent og hava myndugleikarnir nú lagt umsóknina fram til almenna hoyring. Eftir tað um ein góðan mánað kann orkuráðharrin ella hansara umsiting taka endaliga støðu til framtíðina hjá Rosebank og harvið eisini óbeinleiðis hjá øllum øðrum útbyggingum av olju- og gasskeldum á bretska landgrunninum.  Júst tí hevur avgerðin um Rosebank so altavgerandi týdning fyri framtíðar virksemið í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar.

Málið fær í hesum døgum drúgva umrøðu í flestu av bretsku miðlunum, nú talan í veruleikanum er, um setast skal  punktum fyri eini heilari vinnu,  ið hevur veitt Bretlandi orku, arbeiðspláss og  inntøkur í fimti ár, ella um hon kann halda fram við sínum virksemi.

[object Object]


Ein avgerð um ikki at loyva Equinor at halda fram við útbyggingini av Rosebank fer heilt víst at raka allar útbyggingarætlanir eystan fyri Føroyar. Men verður givið grønt ljós, hvat er mest sannlíkt, so kann tað gera, at olju- og gassvinnan í økinum nær Føroyum fer at blóma - og harvið eisini seta ringar í sjógvin inn á føroyskt øki. 

Liva í óvissuni

Umfevnandi bretska olju- og gassvinnan við hundraðtúsundtals arbeiðsplássum livur í løtuni í óvissuni og er í døpurhuga, tí ein avgerð um ikki at loyva útbyggingini av Rosebank leiðini nær við Føroyar merkir í veruleikanum endin á hesi so stoltu vinnu, sum hevur tryggjað Bretlandi bæði inntøkur og orku. Í løtuni heldur vinnan ondini.

Øll tey feløgini, sum hava ymsar útbyggingar á tekniborðinum, vita, at verður Rosebank steðgað med alla, so kunnu tey eisini pakka saman. Enn ein forðing fyri somu feløg er avgerðin hjá orkuráðharranum fyri stuttum at banna nýggjari leiting. Verður henda avgerðin ikki broytt so ella so, tá verður framtíðin enn truplari hjá vinnuni fyri ikki at siga ómøgulig. 

Grønu “heykarnir “ í bretsku stjórnini við orkuráðharranum Ed Miliband á odda síggja ikki málið sum eina roynd at bjarga eini vinnu, sum kann veita orku til Bretlands.  Teir síggja støðuna sum eina roynd ongantíð ov skjótt at fara frá olju og gassi til varandi orku her og nú fyri harvið at kunna liva upp til útlátsmálini.

Vinnan metir harafturímóti, at tørvur er á bæði varandi orku og olju og gassi í mong ár aftrat, og tí er týdningarmikið at loyva íløgum á bretska landgrunninum til tess at varðveita og økja framleiðsluna, um somu tíð sum grøna orkuskiftið heldur fram. Frágreiðing, sum júst er almannakunngjørd um goymslurnar í Norðsjónum, sigur, at so mikið nógv er til í undirgrundini, at hetta kann vera við til at tryggju bretska orkutørvin í mong mong ár aftrat, um somu tíð sum lagt verður um til varandi orku. 

Bretska stjórnin neyvan samd

Støðan í løtuni er tann, at semja helst ikki er í stjórnini um málið. Hóast stjórnin hevur lagt stóran dent á grøna orkuskiftið við sera avgjørda orkuráðharranum Ed Miliband á odda, so er ovasta leiðslan í bæði Labour flokkinum og harvið stjórnini ikki so avgjørd og verður nú róð framundir, at tað verða forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin, sum koma at taka endaligu avgerðina og ikki orkuráðharrin. Hesin tykist tó ikki vilja gevast við síni “herferð” móti olju- og gassvinnuni og hevur nýliga enn einaferð langað út eftir olju- og gassvirkseminum og sigur, at Bretland skjótast eigur at ganga 100% inn fyri reinari orku og útilokar harvið olju- og gassfeløgunum at hava nakran lut í framtíðar orkumenningini.

[object Object]Ed Miliband, orkuráðharri, sum vil steðga framtíðar olju- og gassvirksemi. 

Tað er greitt, at vinnan er í døpurhuga um óvissu støðuna og setir sítt álit til, at stjórnin hóast alt fer at síggja týdningin, sum bæði olja og gass fara at hava fyri bretsku orkuskipanina í mong ártíggju aftrat. Vinnan sigur, at hon vil gera alt hon kann fyri at minka um útlátið og er nettupp Rosebank leiðin eitt tað besta dømið um hetta. Tey embætisfólkini og fakfólkini, sum hava eftirlitið við útbyggingum og útlátinum, siga, at Rosebank útbyggingin er tann reinasta av øllum líknandi útbyggingum í heiminum frætti orkan.fo undir vitjan í Aberdeen herfyri. 

Enn ein spurningur, sum ósemja er um, er hvussu leingi serskatturin, ið er lagdur á vinnuna skal halda fram. Tað fara vit at hoyra meira um, tá fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram um góðan mánað ella so. 

[object Object]Knarr FPSO skipið, sum skjótt fer at seta kósina móti føroyska markinum og gera klárt til fyrstu framleiðsluna seint í 2026. Men fyrst skal víðari útbygging góðkennast. 

Avleiðingar fyri Føroyar

Tað er greitt, at avgerðin hjá bretskum myndugleikum um Rosebank fer eisini at fáa stórar avleiðingar fyri eina møguliga føroyska olju- og gassframtíð. Og tað kann ganga báðar vegir. Ein góðkenning av útbyggingini kann lata fleiri hurðar upp bæði hjá føroyskum myndugleikum, sum vilja hava feløg til Føroya at leita eftir olju og gassi, og tað kann geva føroyskum veitarafyritøkum uppgávur og arbeiði í sambandi við framtíðar virksemið við markið.

Fer stjórnin hinvegin at steðga útbyggingini, hvat kortini ikki er so sannlíkt, so merkir tað í veruleikanum, at feløg fara at rýma úr Bretlandi í onnur lond og har gera íløgur í olju og gass.  Tað merkir so aftur, at einki nýtt undirstøðukervi, sum Føroyar kunnu hava gagn av eitt nú Rosebank, verður í grannalagnum. Slíkt er sera avgerandi fyri framtíðar virksemi føroysku megin markið eisini.

Samanumtikið kann tað merkja, at dreymurin hjá føroyskum myndugleikum um leiting og hjá vinnuni um veitingar til orkuvinnu í bretskum øki fær mønustingin.

Stóri spurningurin er so eisini, um orkufeløg, sum ikki sleppa at virka í bretskum øki í framtíðini, ístaðin fara at hyggja eftir Føroyum. Tað vil bert tíðin vísa.  

(Orkan.fo fer at fylgja hesum stóra málinum upp sohvørt nakað hendir.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder