placeholder
Innanlands

Landsstýrið vil fremja grøna orkuskiftið

Tað verður arbeitt við at fremja grøna orkuskiftið í komandi tingsetu. Tað verður staðfest í ískoytispartinum til løgmansrøðuna á ólavsøku

Vindmyllur í Sanoynni eru partur av framtíðar grøna orkuskiftinum.

Vindmyllur í Sanoynni eru partur av framtíðar grøna orkuskiftinum.

2026-07-31 16:01 Author image
Jan Müller
placeholder
Tá tingið varð sett ólavsøkudag var umframt sjálva røðuna hjá løgmanni eisini ein ískoytispartur umframt ein løglisti. Í ískoytispartinum verður grøna orkuskiftið og dagføra karmarnar fyri bygging, lendisnýtslu, náttúru og umhvørvi. Arbeiðið fevnirbæði um lógaruppskot, skipanarligar broytingar og fyrireikingar til størri verkætlanir, sum røkka yvir fleiri ár.

Lendislóg og greiðari karmar fyri bygging, náttúru og orku

Arbeitt verður við at orða uppskot til eina nýggja lendislóg, sum skal savna og dagføra grundleggjandi reglur um lendisnýtslu, byggisamtyktir, náttúruvernd, orkuútbyggingar og loyvisgongdir.

Málið er at gera skipanina greiðari og smidligari, samstundis sum fyrilit verður havt fyri at náttúru, umhvørvi og burðardyggari samfelagsmenning. Við uppskotinum verður skilnaður gjørdur millum landslendisskipan og kommunala lendisskipan. Lendisskipanaramboð, sum í dag eru í aðrari lóggávu, t.d. í byggilógini, náttúrufriðingarlógini og løgtingslóg um landsvegir, verða flutt til nýggju lendisumsitingarlógina.

Dagføring av orku- og veðurlagspolitikkinum

Í ískoytispartinum verður víðari sagt, at orku- og veðurlagspolitikkurin verður dagførdur, so at kósin fyri grøna orkuskiftið verður greiðari og ítøkiligari. Arbeiðið skal seta mál fyri framleiðslu, nýtslu, prísir, veitingartrygd og útlátsminking. Víðandi stendur: 

Vindorka, sólorka og sjálvbjargni

Ferð skal aftur setast á útbyggingina av vindorku, sólorku og aðrari varandi orku. Arbeitt verður við fleiri vindmátingum, títtari almennum útboðum og smærri orkuframleiðslum, so elframleiðslan kann fylgja økta eftirspurninginum.

Orkunet, SEV og fleiri framleiðarar

Arbeitt verður við at binda útbyggingarætlanina fyri elframleiðslu betur saman við netútbyggingum.

Samstundis verður kannað, hvussu fleiri aktørar kunnu sleppa inn á marknaðin.

Prísskipanir og gjøgnumskygni

Arbeitt verður við fleksiblum og skiftandi prísskipanum, sum eggja til skynsama orkunýtslu og flyta nýtslu til tíðir, tá ið nógv grøn orka er tøk. Endamálið er bæði at minka spill og gera grøna orku meira lokkandi hjá brúkarum.

Húski við lágum inntøkum

Arbeitt verður við at tryggja, at húski við lágum inntøkum eisini kunnu vera við í orkuskiftinum.

Møgulig átøk kunnu fevna um stuðul ella afturbering, sum lættir um íløguna í grønar orkuloysnir.

Alternativar orkukeldur

Í 2027 verður kannað, hvørjar fortreytir eru fyri alternativum orkukeldum, eitt nú kjarnorku.

Arbeiðið skal lýsa kostnað, trygd, tørv, tøkniligar fortreytir og royndir úr øðrum londum.

Burturkast og endurnýtsla

Nýggj skipan fyri burturkast og endurnýtslu verður sett í verk. Kunngerðin skal geva greiðarikarmar fyri innsavning, flokking og handfaring av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu og stuðla undir meira ringbúskap.

Loyvisgongdir eftir umhvørvisárinsmetingar

Arbeitt verður við at gera loyvisgongdirnar greiðari og skjótari, tá ið umhvørvisárinsmetingar eru gjørdar og góðkendar. Endamálið er at minka óneyðugt bureaukrati, uttan at slakað verður við náttúru- og umhvørvisfyriliti.

Lendisskipan fyri orku á landi og sjógvi

Ein lendisskipan fyri orkuøkið á landi og sjógvi verður fyrireikað sum partur av arbeiðinum við lendislóg og útbyggingarætlan. Hetta skal gera tað greiðari, hvar og hvussu orkuútbyggingar kunnu fara fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder