2025-05-31 18:57

“Vit hava havt ein góðan fund við landsstýriskvinnuna, har vit m.a. umrøddu grøna orkuskiftið, avlopsel og skiftandi tímaprísir”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Síðan nevndin tók við 28. februar, hevur hon lagt stóra orku í at seta seg inn í økið og málini, sum avgerð skal takast um.
“Sev er veitari av samfelagsberandi tænastum, og tað er av alstórum týdningi at hava gott samstarv við landsstýriskvinnuna og Umhvørvismálaráðið”, sigur Haraldur S. Hammer.
Kelda: Umhvørvismálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald