2023-06-24 14:36
Tilsamans 17 orkufeløg eru vorðin saksøkt fyri 51 mia. dollarar, svarandi til 543 mia. kr. skrivar The Guardian. Tey saksøktu eiga at ábyrgdast fyri teirra leiklut, ið hevur verið orsøkin til veðurlagsbroytingarnar stendur í ákæruni. Hon byggir á gransking, sum vísir, at hitabylgjan í juni 2021 gjørdist nógv verri orsakað av veðurlagsbroytingum.
Hitabylgjan tók lívið av 69 fólkum í Multnomah økinum í Oregon umframt at fleiri hundrað doyðu í øðrum statum. Millum feløgini, sum eru saksøkt, eru Exxon, Shell, Chevron og BP.
Norski oljugrunnurin samtykti herfyri saman við øðrum at krevja av amerikonsku oljufeløgunum, at tey seta sær størri mál í sambandi við CO2 útlátið. Tá varð funnist at, hví hesi krøvini ikki eisini verða sett til Shell og BP, sum í størri mun virka í Evropa. Svarið til tað var, at Shell, BP og TotalEnergies hava sett sær mál, sum ganga nógv longri enn hjá amerikonskum feløgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald