Innanlands

Leingja serskipanina fyri elbilar

Serliga skipanin, sum skuldi fáa føroyingar at leggja seg eftir meira umhvørvisvinarligum loysnum, tá ið teir keypa bil, heldur fram tvey ár afturat.

 Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd. 

 Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd. 

2022-10-04 14:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur lagt tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skulu leingja skipanina við ávikavist MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilum. 

Onki skrásetingargjald 

Hetta hevur í stuttum við sær, at skrásetingargjald ikki skal gjaldast fyri el- og vetnisakfør í 2023 og 2024. Frá 2025 verður skrásetingargjaldið stigvíst sett í gildi aftur.  

Skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldinum verður eisini longd. Tað hevur við sær, at keyparar av elbilum komandi tvey árini fáa upp til 70.000 krónur av MVG´num á bilinum afturrindaðar. Frá 2025 verður afturberingin av meirvirðisgjaldinum stigvíst minkað og fellur burtur í 2028. 

MVG-afturberingin fyri plug-in hybrid bilar heldur fram óbroytt sum í dag. Tað merkir 70.000 kr. í MVG afturbering í 2022 og 35.000 kr. í 2023 og 2024. Frá 2025 verður ongin MVG afturbering fyri plug-in hybrid bilar. 

Í tráð við veðurlagspolitikk 

Uppskotini um at leingja serskipanina fyri umhvørvisvinarligar bilar eru í tráð við samtykta veðurlagspolitikkin, sum mælir til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum. 

Veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), mælir til at skerja samlaða útlátið av veðurlagsgassi í heiminum við 45% í 2030. Stovnurin mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.  

Gongd er komin á søluna á elbilum, men landstýrið metir, at tað framvegis er neyðugt at stuðla fólki fíggjarliga til at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Tí er gjørt av at leingja skipanina við MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder